Jan átti síðsta fótin á B68 málinum

Fyrrverandi B68 spælarin, sum nú er krumptappur í HB verjuni, heldur, at hann og liðfelagarnir hava alla orsøk at vera nøgdir við javnleikin

B68?HB

Álitið í miðverjuni hjá HB er Jan C. Dam. Tað hevur hann so mangan verið, men tað varð ikki roknað við, at hann skuldi vera so eyðsýndur í ár.
Í fyrraárið og í fjør spældi Jan við B68. Tá hann í fjør takkaði fyri seg á Toftum, segði hann, at ætlanin var at trappa niður við fótbóltinum.
Og nú ert tú á veg aftur ímóti landsliðnum?
? Nei, tað eri eg ikki, men eg havi góðan hug at spæla, og higartil í ár eri eg sloppin undan skaðum. Tað hevur sera nógv at siga.
Men tú ætlaði at hugna tær í 2. deild hjá HB?
? Púra rætt. Men áðrenn Ion Geolgau fór til hús í vetrarfrí, heitti hann á meg um at venja saman við 1. deildarhópinum. Hann segði seg hava brúk fyri mær. Eg byrjaði so at venja, og tá eg slapp undan skaðum, so vaks hugurin, og nú er tað heilt stuttligt.
Jan C. Dam var sera væl dámdur í B68 (tað er ikki so undarligt, tí hann er av fittastu fólkum). Tá vit tosa við hann um dystin sunnudagin og um málið, sum B68 fekk, so veit Jan nakað at siga, sum tey flestu uttanfyri vøllin ikki sóu nakað til.
? Eg var tann síðsti, sum nært bóltinum, áðrenn hann fór í málið hjá okkum. Nógv fólk var í brotsteiginum, tá Arnold sendi frísparkið innfyri, og bólturin kom í skinnabeinið á mær, so hann fekk kós uppeftir og í handara síðunetið.
Harvið kunnu vit staðfesta, at Jan C. Dam gav fyrrverandi liðfeløgunum ikki eina hjálpandi hond, men eitt hjálpandi skinnabein!
Tit eru nøgdir við javnleikin?
? Tað kanst tú ætla. Vit spældu ikki væl. B68 trýsti okkum, og tað var torført at venja seg at spæla á grasi, og vindurin órógvaði. Vit vóru hepnir, tí B68 rakti tríggjar ferðir í stólpan, men so skal leggjast afturat, at útjavnandi málið hjá Andrew av Fløtum var staðfesting av, at vit hava eitt sera vandamikið álop. Hesa ferð spældu vit ikki sjampanjufótbólt. Tað gjørdu vit heldur ikki í Vági. Men vit hava fingið tveir javnleikir í torførum útidystum. Nú skulu vit spæla tveir útidystir afturat. Skála og EB/Streymur eru í niðara endanum. Sovornar dystir mugu vit vinna, um vit skulu hugsa um FM, men tað verður avgjørt ikki lætt, sigur Jan C. Dam, sum hevur verið við til at mynda føroyskan fótbólt seinastu fimtan árini, og sum í barndómsfelagnum í ár tykist hava fingið triðja ella fjórða ungdómin!