BankNordik hevur sett nýggjan stjóra fyri deildirnar í Danmark. Tað er Jan Ulsø Madsen, sum kemur frá einum starvi sum deildarleiðari hjá Danske Bank. Jan Ulsø Madsen skal standa á odda fyri nýggju vøksturfasuni, har málið er fleiri kundar, fleiri innlán og upp á sikt breiðari geografiskur dekningur.
BankNordik keypti í februar í fjør nýggju deildir hjá Sparbank í Jútlandi og Fjóni umframt tríggjar deildir í Grønlandi.
Jan Ulsø Madsen hevur verið økisstjóri og deildarleiðari í BG Bank og Bikuben, og forstjórin í BankNordik samtakinum, Janus Petersen, er sjálvandi stak væl nøgdur við nýggja stjóran í Danmark.
- Tað er ein royndur leiðari, vit seta handan róðrið í Danmark. Jan Ulsø Madsen hevur røttu royndirnar við handilsligari menning og strategi, samansjóðað við stórum innliti í krøvunum til lokalu deildirnar frá bæði privatkundum og vinnuni, sigur Janus Petersen.