Jan verður á ÍF miðvøllinum

Talan verður um lyklauppgerð bæði hjá ÍF og B68, tá ið tey bresta saman í Fuglafirði í morgin

Jóannes Hansen
???????????????
Tað stendur nógv upp á spæl, tá ið B68 í morgin fer um Varmakeldueið at vitja ÍF og fuglfirðingar. Fyri fyrstu ferð í øll tey árini, síðani toftamenn í 1981 fyrstu ferð royndu seg í bestu deildini, hava teir einki stig fingið, eftir at fyrsti triðingurin av kappingini er lagdur afturum.
ÍF fekk trý stig í fyrsta heimadystinum, sum var ímóti NSÍ. Síðani hava teir verið púra sørir, og nú hava teir fingið sær styrk aðra staðni frá. Jan Guttesen, sum undanfarnu árini hevur verið álit á B36 miðvøllinum, og sum nú er undir útbúgving í Keypmannahavn, skal hjálpa ÍF. Tað fer hann fyrstu ferð at gera í morgin. Í Fuglafirði vóna teir, at Jan skal fáa skil á fótbóltsspælið á miðvøllinum, sum teir halda ikki hevur verið nóg stinnur seinastu ferðirnar
Eiðisferðin síðsta vikuskifti kostaði nógv hjá ÍF. Umframt stórtapið so mistu teir Bartal Eliasen og Fritleif í Lambanum, sum báðir sóu reytt. Bartal er leik-bannaður í morgin. Tað er Fritleif ikki. Hann avgreiddi leikbannið, tá ið ÍF unglingarnir spældu miku-kvøldið.
Rúni Elttør fekk gult kort á Eiði, og so fall hamarin. Hetta var triðja gula kortið, og Rúni er tískil leikbann-aður í morgin.
John Heri afturkomin
Hjá B68 verður miðverjin Herbert í Lon Jacobsen ikki við í morgin. Hann fekk triðja gula kortið ímóti VB og er tískil leikbannaður.
John Heri Dam hevur undanfarnu árini spælt á Toftum. Í vár hevur hann verið í Danmark. Hann hevur vant við Fremad Amager, har hann eisini hevur spælt við næstbesta liðnum, tá ið hann ikki hevur verið skaddur. Nú er John Heri aftur á klettunum, og hann verður í B68 hópinum í morgin.
Sambært skipanini skuldi dysturin millum ÍF og B68 verið spældur mánakvøld-ið. Men hann er fluttur til seinnapartin sunnudagin. Upprunaliga skuldi dysturin í Runavík millum NSÍ og EB/Streym verið spældur sunnudagin. Men hann er fluttur til leygarkvøldið. Tá ið tað var greitt, bóðu toftamenn ÍF um at flyta dystin teirra millum til sunnudagin. Tað høvdu fuglfirðingar einki ímóti. Báðir partar sigast dáma væl, at tað verður spælt í vikuskiftinum og ikki aftaná, at spælararnir hava verið til arbeiðis allan dystardagin.