Jana vann á Rakul í bestu donsku hondbóltsdeildini

Jana Mittún skoraði og legði upp til 10 mál

Trý føroyingalið vóru fyrr í dag í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing tóku á heimavølli móti Janu Mittún og hennara liðfeløgum í Viborg.

 

Viborg vann dystin 33-29. Í steðginum var Viborg frammanfyri 15-13.

 

Jana hevði gott avrik við at skjóta fimm mál, og við at leggja upp til fimm mál. Jana vann eisini liðnum eitt brotskast.

 

Rakul kappast aftur hetta kappingarárið við Stephanie Andersen at verja málið hjá Ringkøbing. Rakul bjargaði fýra av 17 málroyndum, meðan Stephanie Andersen bjargaði átta av 25 málroyndum.

 

Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ taptu á útivølli 19-24 (11-12) fyri Keypmannahavn, ið hevur mist Pernille Brandenborg til norska liðið, Storhamar. Marita var ikki millum málskjúttarnar hjá HØJ.

 

Fríggjakvøldið leiktu tvey onnur føroyingalið.

 

Á heimavølli taptu Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg 24-26 fyri EH Aalborg. Í steðginum var Skanderborg á odda 12-11.

 

Súna skoraði trý mál, legði upp til trý mál, og vann liðnum hjá sær eitt brotskast. 

 

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens taptu á útivølli 26-30 fyri Bjerringbro. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Maria skoraði tvey mál, legði upp til eitt mál, og vann liðnum hjá sær eitt brotskast.

 

Soleiðis gekst teimum føroysku leikarunum í bestu donsku hondbóltsdeildini í fyrsta leikumfarinum.