Jann Ingi: Tað var rætt at avlýsa dystin

(FM1) Avlýsti dysturin millum Víking og B68 verður spældur í morgin klokkan 12 í Leirvík

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig hjá FM1 gjørdi við veteranin hjá B68, Jann Inga Petersen aftaná dysturin millum Víking og B68 í 1. deild var blástur av tá lítið meir enn eitt korter var farið av fyrra hálvleiki. 

 

Høvuðsdómarin, Áron Sofus Vest metti ikki, at tað var spælandi í teimum ringu veðurlíkindunum. Jann Ingi Petersen er samdur við avgerðini, og heldur, at tað var ein røtt avgerð.

 

Jann Ingi Petersen og liðfelagarnir spæla útsetta dystin ímóti Víkingi í Leirvík í morgin klokkan 12.