Jann og Hødd vunnu uppflytingaruppgerðina

Hødd vann samlaðan sigur á Arendal

Jann Benjaminsen og liðfelagarnir í Hødd spældu seinnapartin í dag seinna uppflytingardystin móti Arendal, ið var liðið sum syrgdi fyri, at Patrik Johannesen og hinir í Egersund ikki møttu Hødd í uppflytingarfinaluni.

 

Við sær til norska eysturlandið hevði Hødd ein 2-1 sigur frá fyrra uppflytingardystinum. Seinni uppflytingardysturin endaði við javnleiki 2-2, og einum samlaðum 4-3 sigri til Hødd, ið sostatt flytur upp í næstbestu norsku fótbóltsdeildina.

 

Jann fekk eitt gult kort stutt undan steðginum, og helst bant venjarin hjá Hødd um heilan fingur og tók Jann av vøllinum áðrenn seinni hálvleikur byrjaði.

 

Nú skal Hødd spæla móti einum liði úr næstbestu deildini um endaliga rættin at spæla í næstbestu norsku fótbóltsdeildini komandi ár.