Tað er við sorgblídni, at vit siga farvæl við Janne, nú hon hevur verið leiðari í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn í heili 25 ár, sum eru uml. 2/3 av hennara tænastutíð sum lærari. Sera væl hildni, væl rikni og væl virkandi skúlin stendur eftir hana sum ein sannur varði, ið hon kann gleðast um og vera errin av. Hon hevur á sera hegnisligan hátt megnað at fáa skúlan til at virka avbera væl og menna hann til nútíðar- og framtíðar samfelagið – til krøv og avbjóðingar í samtíðini, samstundis sum skúlin er væl rótfestur í fortíðar siðaarvi og í føroyskari mentan.
Frískúlin er ein av teimum út við 6.000 skúlunum, sum altjóða Adventistasamkoman rekur um allan heimin. Skúlavirksemið teirra byrjaði longu í 1874, og Frískúlin við Hoyvíkstjørn, ið fyrr varð kallaður Adventistaskúlin, byrjaði í 1966. Skúlin er 44 ára gamal og harvið elsti frískúli í landinum. Janne hevur sostatt verið skúlastjóri í meira enn helvtini av livitíð skúlans, og lítið er at taka seg aftur í, at skúlin eftir familjuna hevur verið hennara stóra lívsuppgáva.
Janne Shantz Johnsson er fødd 16. mai 1948 í Århus, dóttir Hans Jørgen Schantz úr Holstebro og Carlu Nestved úr Køge. Janne var gift Kristinni Johnsson úr Tórshavn, sum eftir stutta sjúkralegu andaðist fyri tveimum árum síðani. Tey eiga børnini Tatjanu, Natashu, Teresu, Mariu og Julian, sum m.a. er kendur frá føroyska fótbóltslandsliðnum. Janne tók læraraprógv á Jelling Seminarium í 1972 og hevur verið lærari í Vejlefjordskolen í Daugård 1972-85 og síðan 1985 verið stjóri í Frískúlanum.
Janne hevur gingið upp í uppgávuna og skúlan við lív og sál. Tann fyrsta at møta um morgunin og altíð hon, ið gekk undan. Spardi ikki seg sjálva, men var tann, ið luttók og vísti vegin og heldur gekk fammanfyri og eina míl afturat. Hon hevur verið ótroyttilig at eggja, stuðla og motivera, men eisini at taka atlit til støður og umstøður hjá øðrum og fáa alt at ganga upp í eina hægri eind. Hon var tann, ið bar kaffi út í skúlagarðin til garðvaktina, og altíð var hon í líka stóran mun tænari sum leiðari. Hon hevur so at siga verið tann fyrsta millum líkamenn. Kundi hon geva, kundi hon eisini krevja, og hon segði hart, hvat ið hon vildi hava, og hvussu hon vildi hava tað, men hon legði eisini upp til dialog, og gav tær fult frælsi og fulla ávirkan at útinna uppgávurnar og fremja verkið. Janne var og er úrslitssøkin og miðsavnað í arbeiðinum.
Janne dámdi líka so væl at undirvísa sum at leiða. Henni dámdi at vera saman við næmingunum, at fortelja, formidla, greiða frá og gera næmingarnar tilvitaðar um mangt og hvat. Hennara spurnarkappingar eru legendariskar, og hon fekk næmingarnar at vera áhugaðar í søgu og samtíð, í samfelagnum og í almennari vitan, eins og í enska málinum, ið hon tosar raðið eftir at hava búð í London sum barn. Í mong ár hevur Janne spælt blokkfloytu saman við næmingunum, og vit eru mong, ið hava notið frálíku framførslurnar til skúlaveitslurnar og til jólahaldini í Kirkjuni. Janne hevur stórt námsfrøðiligt innlit og hegni og hevur verið sera góð í ráðum hjá børnum, foreldrum og lærarum. Hon er altíð góð og vinalig at koma til, og tú fert altíð ríkari aftur frá henni.
Vit fara at sakna hennara meiningar og virði, hennara áræði og dirvi, hennara mót og visiónir, hennara áhaldni og treiskni, hennara umsorgan og uppmerksemi, og hennara skemtingarsemi, hýr og góða lag. Vit eru vís í, at aðrar spennandi avbjóðingar liggja fyri framman hjá Jannu at luttaka í. Vit ynskja Janne góða eydnu framyvir og takka henni hjartaliga fyri árini í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn.
----------------
Starvsfelagarnir í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn – Bergur Godtfred