Jansy Brøðraberg veit alt um saltfisk

- Tað er trupult at sleppa, tá tú tímir og følir teg at orka, sigur 72 ára gamla, Jansy Brøðraberg, sum hevur starvast á Vaðhorn Seafood síðan á sumri í 1986.

 

 

- Heilsan hevur verið góð, og eg føli, at eg framvegis bæði orki og tími væl at arbeiða. Tað er trupult at sleppa, tá tú trívist og følir teg at orka. Hesi mongu ár havi eg verið meira á virkinum, enn eg havi verið heima við hús.

Tað sigur 72 ára gamla, Jansy Brøðraberg, sum hevur starvast fyri Vaðhorn Seafood síðan 1986. Hon ger ikki nógv burtur úr sær sjálvari, og hon gongur ikki og rópar og veipar við ørmunum. Men, hon er røsk, sera nærløgd og nærmast ótroyttilig í sínum starvi.

Jansy Brøðraberg er fødd hin 12. september í 1948, og hóast hon í heyst fylti 72, eru hon framvegis á odda í pakkingini hjá Vaðhorn Seafood, har hon hevur verið uttan steðg heilt síðan 1986. Nú hevur hon ein frídag um vikuna, sum er mikudag, men tá tú spyrt hana, nær hon fekk hetta í lag, sigur hon, at hon higartil hevur havt frí tveir ella tríggjar mikudagar.

Heilsan hevur verið góð, og tað er hon framvegis, og øll árini hevur hon stórtrivist í saltfiskinum. Jansy Brøðraberg er uppvaksin í Funningsfirði, haðani pápin var, og mamman var úr Nólsoy. Hon og maðurin, Tummas Brøðraberg, búgva í Skálafirði.

- Eg meini, eg byrjaði hjá Vaðhorn til ólavsøku í 1986. Tá helt fyritøkan til í kjallaranum í Turkihúsinum á Skála. Petur Reinert var stjóri, og eg haldi eisini, at hann var reiðari á línuskipunum, Thomasi Nygaard, Vaðhorn og Morgunstjørnini, sum í fyrsta lagi vóru ráfiskagrundarlagið undir virkseminum.

Hon sigur, at Birgir Nónsgjógv var arbeiðsformaður, og høgra hondin hjá honum var Jónsvein Olsen. Teir vóru allir sera dugnaligir, fittir og fryntligir menn. Umframt at skipa arbeiði, vóru bæði Birgir Nónsgjógv og Jónsvein Olsen óførir at hava maskinurnar gangandi. Hjørleif Dahl tók sær av skrivstovuni, og hann fekst við alt pappírsarbeiði.

Jansy Olsen sigur, at tað, sum øll árini hevur merkt virksemið hjá Vaðhorn Seafood, er, at tað altíð hevur verið stutt av gólvinum og upp til teir, sum stóðu aftan fyri virksemið. - Sama hevur verið hesi nógv árini, nú Jógvan Gregersen og Jens Martin Knudsen hava átt og staðið á odda fyri fyritøkuni.

Hon sigur, at teir eru báðir fryntligir og óføra raskir menn, og teir hava verið góðir at havt við at gera. Jógvan Gregersen er blíður og miðvísur, og Jens Martin Knudsen er altíð í gongd og sigur tingini, sum tey skulu sigast, og soleiðis eigur tað at vera. Báðir serstakliga góðir og positivir at arbeiða saman við.

Jansy Brøðraberg sigur, at í 1992 flutti virksemið av Skála og út í bygningin á Hulki, sum í sínari tíð varð bygdur til taravirki, og her hevur saltfiskavirksemið hjá Vaðhorn Seafood hildið til síðan. Sum árini eru gingin, er virksemið dagført og útbygt, og umstøðurnar eru vorðnar nógv betri.

- Framleiðslan er økt, samstundis sum tað hevur eydnast at skapt virkseminum eitt størri ráfiskagrundarlag. Frysti fiskurin, sum Vaðhorn Seafood hevur keypt og virkað, hevur eisini verið við til at tryggjað støðugari arbeiði á virkinum.

Upp ígjøgnum árini hevur Jansy Brøðraberg í fleiri ár virkað sum arbeiðsformaður á Vaðhorn Seafood, tó at henni ongantíð hevur dámt at verið rópt formaður. - Jú, man kann væl siga, at eg í fleiri ár hevði ein slíkan leiklut, men tá Jens Martin Knudsen kom at arbeiða her, gjørdist hann virkisleiðari og arbeiðsformaður, og vit hava altíð havt eitt sera gott samstarv.

Jansy Brøðraberg hevur serliga verið í vrakingini og pakkingini á virkinum. Uppgávan hevur serliga verið at syrgt fyri, at vrakingin - ella bólkingin av vørunum - var í lagi. Hetta kann til tíðir vera ein trupul uppgáva, tí tað er her, at framleiðslan verður góðskumett og soleiðis eisini prísmett. 

##med2##

- Fiskur er ymiskur, og eingin fiskur er eins. Tí vil tað altíð vera soleiðis, at ivi av og á tekur seg upp um góðskingina. Onkuntíð kanst tú standa við teirri kenslu, at metingarevnini púrasta eru farin av lagi. Eina slíka løtu plagi eg at venda mær til leiðsluna um ráð, tí mær dámar so slett ikki, at vit fáa reklamatiónir. Vit skulu hava okkara framleiðslu at hanga saman, og vit skulu eisini hava nøgdar keyparar úti í heimi, sigur hon.

Hóast Jansy Brøðraberg nú er 72 ár, sigur hon, at hon illa dugir at sleppa, og tí tekur hon ein dag í senn, sum hon tekur til. - Tíbetur hevur heilsan verið góð, og eg føli, at eg framvegis bæði orki og tími væl at arbeiða. Tað er trupult at sleppa, tá tú trívist og følir teg at orka, og hetta er tað, tú hevur fingist við at kalla alt lívið, sigur hon.