Januar var tann ringasti

Fuglafjørður: Eins og so manga aðrastaðni, rakti fíggjarliga kreppan eisini Fuglafjørð.

Hetta gjørdi tað neyðugt, á fyrsta sinni í søguni at gera eina endurskoðaða fíggjarætlan fyri júst einum ári síðani.

Ein neyv fíggjarstýring varð tá sett í verk, og saman við teimum batnaðu fíggjarligu útlitunum, er skattainntøkan við at koma í rættlag aftur í ár. Tølini vísa, at higartil í ár eru komnar slakar 124.000 krónur meiri inn í skatti, enn somu tíð í fjør.

- Januar var vánaligur, - ja, ein tann lakasti sum eg veit um; februar var nakað frægari og mars var uppaftur betri. Tað liggur faktist rættiliga neyvt teirri metingini sum vit gjørdu, sigur borgarstjórin, Sigurð Simonsen.

Í býnum er nógv vinnuligt virksemi, og skatturin frá partafeløgunum fer eisini at koma inn og økja um inntøkurnar hjá kommununi. Og so fær kommunan eisini pening inn frá skipum, ið liggja við bryggju. Hesar inntøkurnar liggja væl omanfyri metingina.

Hinvegin er eisini neyðugt at hava tamarhald á útreiðslunum. Her er gjørt eitt stórt arbeiði at tryggja, at kommunan til eina og hvørja tíð hevur skil á hesum.

- Eg tori at siga, at eftir fíggjarliga sjokkið í 2008 og forvirringin í 2009, hava vit nú fingið tamarhald á fíggjarstøðuni í ár, staðfestir borgarstjórin. 





Grundøki

tøk

Ein orsøkin til at fólkatalið hevur verið rættiliga støðugt í Fuglafirði er, at grundøki hava verið tøk.

Í miðal hevur kommunan selt eini 8 grundøki um árið, men í fjør seldu tey eitt og fingu eitt innaftur.

Í fjør vórðu 3 grundøki seld. Júst í hesum døgum hava fólk á bíðilista til grundøki fingið bræv frá kommununi, sum eigur fleiri øki vesturi á Hornavegi, tey kalla.