Janukovitj vann í Ukraina

Alt bendir á, at fyrrverandi forsætisráðharrin Viktor Janukovitj hevur vunnið ein rættiliga greiðan sigur á forsetavalinum í Uktaina í dag.

Valhølini lótu aftur fyri einum tíma síðani, og tey fyrstu tølini siga, at Viktor Janukovitj hevur fingið 48,7 prosent av atkvøðunum, og at hitt valevnið, Julia Timosjenko, hevur fingið 45,5 prosent.

Ein kanning, sum stovnurin ICTV hevur gjørt, gevur Janukovitj 49,8 prosent og Timosjenko 45,2 prosent.

Vinnur Viktor Janukovitj valið, skal hann loysa Viktor Jusjtjenko av í forsetaembætinum. Jusjtjenko vann aftan á ta sokallaðu Orangekolveltingina fyri fimm áruim síðani.