Janus Jacobsen – ein endurheilsan úr Hoyvík

Tað var ein svalligan lág­ættardag, at vit báðir, Magnus Dam Jacobsen, høvdu okkurt rørarbeiði fyri í sambandi við nýggju heilsøluna hjá p/f J. F. Kjølbro. Magnus arbeiddi tá – sum eftir tørni - antin sum prentari á Norðlýsinum ella sum alrahandamaður í blikksmiðjuni á Forna­gørð­um.
Tá kom ein ung­ur væl­dæmdur skipasmiðju­lær­ling­ur av bedingini hjá JFK framvið við onkrum eykaluti undir hondini, og sum eitt skot var henda ráliga løtan broytt til eitt fýrverkarí av kæti og kommersi.
Magnus – sjálvur sera fim­ur frásøgumaður - helt fyri aftaná: »Júmen, hvør er hasin fýrurin? Eitt so­vorðið sjónleikaratalent við so plastiskum rørslum. So­leiðis at teir persónarnir, sum jassurin lýsti við síni frásøgu - bæði við gongulagi og hábrøgdum - gjørdi: at persónurin var bara har! Eg havi ikki upplivað nakað so stuttligt og livandi áður«, segði Magnus í skellilátri.
Og svarið var, sum lesarin longu hevur kollgitt: bara ein ávísur Janus í sínum essi! At kalla hann eitt sólskinsbarn er nú kanska í meira lagi (hann fylti 70 ár í oktober); men hinvegin er hann eitt hendinga hittinorðaður kallur, sum - bæði á degi og nátt - so ótrúliga nógv sól hongur uppí.
Janus hevði ikki sítt skemtaralyndi frá fremm­and­um. Sagt verður frá, at ein av hansara skyldmonnum, sum væl til aldurs lá og »skuldi sigla av«. Tey nærmastu vaktu yvir honum, men sum á gáttini kom hann ferð aftan á ferð aftur fyri seg - fyri at siga eini skemtisøgu ella frá aðrari stuttligu hending afturat - (!).

Í grindavási
Tað er ikki øllum beskorið, so­leiðis í einari knappari vend­ing at snara eina heldur hættisliga støðu við humori til nakað heilt annað. Men mitt í hesum rokaliga vinnu­lívssamfelagnum har norðuri kanst tú hitta fólk, sum frá gerandisligum grálýsi brád­liga fáa sólina at glotta undan. Tak bara úr rúgvuni garpar sum: Jákup á “Polaris”, Franklin Ziska, “Hasj”, Kiss, Victor o.fl.o.
Synd er at siga, at Klaks­víkin og eystur­bygd­irnar í Eysturoy altíð vóru “vinabýir” undir grindarakstri. Tí tá galt tað um lív um at gera, hvar ið grindin skuldi leggja beinini. Øðin og tilvildin ráddi. Óan­sæð hvussu leikur fór um firðir og nes - um sjóvarfall ella ætt. Onkuntíð varð bara givið upp til skutil. Og aðra tíðir varð heilt lívshættisliga skotið inn í bólkin.
Men, táið seðlarnir vóru komnir út og skerast skuldi upp, so var alt lagt afturum – ja, t.v.s. til næstu ferð!
Ein grind lá uttarlaga á Pollinum. Illa gekst at reka. Knappliga sær grinda­for­maðurin, at Janus reisir seg upp og siktar við einari “byrsu”. Formaðurin tveitti seg við nevanum á lofti niður í skutin og gjørdi eitt gallróp: “Janus, skjót ikki !!”
Og stutt eftir var skelli­látur um tann ótamda báta­riðilin. Tí tá sást, at Janus stóð og siktaði við einari yvir­vaksnari rørtong (!).

Hjá lækna
Vit onnur, um vit ikki fáa fleiri talentir við árunum, so kunnu vit tó fáa nøkur pund afturat (!). Ein læknavikarur við Klaksvíkar sjúkrahús hevði vitjan av Janusi fyri heilsusakir. Og læknin helt fyri við Janus, at betri varð at lætta nakað um hansara væltrimmaða kroppskinn við nøkrum pundum.
Og meðan Janus helti vanga, steintagdi og lýddi á við rundum og spyrjandi eygum, fór læknin á hissini gøtudonskum undir at vísa til ein góðan kostráðgeva: “Fru Jacobsen, hende må du kontakte, meget venlig, flot dame, og hun holder til her på hospitalet.” Og so bað hann Janus heilsa frá sær, tá ið ella um hann fann henda kostráðgevan.
Og tástani læt í Janusi: “Det er vel ikke noget pro­blem, for det er nemlig min kone (!)”. Og so var.

Bretin
Tað var á “Glade hjørn” í Havn, at nógv fólk var samankomið. Ein kona vildi heilsa upp á onkran hjástaddan breta, sum hon visti av var har, men ikki kendi, og hon valdi so ein vinarligan gentlemanlike úr rúgvuni og ynksti honum vælkomnan til landið og høvuðsstaðin. Og tey prátaðu eina løtu á enskum.
Men so spyr konan: Hvørj­um býi í Onglandi hesin vina­rligi bretin er úr. Tá letur í blídliga “bretanum”: “ I wonder, my dear, because my grandfather is from: Trøllanesi (!)” Og konan mundi fari aftur av - fyrst av bilsni og síðani av látri! (Janus einaferð enn -).

Skjótt er um -
Janus fór seinasta heyst niður til Danmarkar at vitja konu sína, sum tá eitt skifti starvaðist á Hotell Tórshavn. Eftir einari nátt, fekk Janus eini so hervilig herðindi av blóðsótt, sum førdi við sær at skurðlæknar í skundi máttu skerja hann bæði á hondum og á báðum beinunum við - tí tað galt um lív!
Lætt er at vera væl fyri í góðum lagi, tá ið alt ber við. Tí munur er á lívsins viðráki og andarisi. Og eitt tílíkt skot fyri bógvin hevði ivaleyst sligið mangan sterkan mann út fyri well. Tó samfelt verður sagt frá av øllum teim sjúkrasystrum og læknum á fleiri sjúkrahúsum, ið hava havt Janus undir hond síðani hetta bakkasti hendi: At ein sovorðnan sjúkling hava tey ongantíð í lívinum upplivað áður -!. Tí tað er hann, ið undir og eftir umstøðunum, sum fær tey at flenna og verða í góðum lagi - .
Sum skurðlækni
Vit bæði, Annelena, vóru tey fyrstu av teim ungu tá, sum giftust. Og mangan var lívligt í trongligu íbúðini á Selheyggi við einum hópi av ungari vitjan, og sjálvandi ikki minst, táið Janus var undir lonini. So rokaligt og óstýriliga stuttligt. Og ofta bleiv tað seint áðrenn av hæsaði. Men, hvat ger tað? Tú ert bara ungur einaferð.
Líggjas á Váli fylti 40 ár í 1962, og tá “opereraði” Janus frá hond til undirhalds – og uttan eitt orð! At vit mongu hjástøddu yvirlivdi seansuna - og sjálvur “pasjenturin” (Jákup á Biskupsstøð), sum lá á briksini – alt meðan Janus doyvdi, skar fyri og skar upp, dró vilini, flutti vombina fyri at koma fram at hjartanum (haldi eg tað var), umvældi, kikaði og blásti burtur úr æðrunum, tráðaði nálina, tráðdragandi seymaði hann samanumaftur, knýtti fast og beit tráðin av o.s.fr. – ja, tað er bara ótrúligt.
_ _ _ _ _
Søgurnar um og frá Janusi eru óteljandi og skemtiligar. Og eftir er bara at siga, at Janus Fritleivur Jacobsen er sonur Hjørdis og Alexander, kalsoyingar bæði, og giftur við Hannelenu, dóttir Paulinu og Andreas Isaksen av Viðareiði. Hannelena og Janus eiga einkardótrina Hjørdis, ið er gift við Holgar úr Leirvík, og tey eiga tríggjar synir, sum í minsta lagi eiga ein óstýriligan abba.
Janus fór um 70-árahvarvið fyrsta oktober. Stórt “kalass” varð sjálvandi hildið. Vit vóru tíverri ikki heima tá og fingu tí ikki takkað fyri hansara vinskap, skemt og ljóslivandi upplivilsir. So vit kvittera við hesum orðum nú – soleiðis í seinna lagi, í allari ótilstrekkiligheit.
Vit møttu forrestin Janusi til Sólarkaffi í Leirvík herfyri. Fattur og skemtingarsamur sum vant, og tað, sum ikki sást á honum, var, at hann spákaði longu tá - á tveimum nýggjum protesum!
Vit sannaðu einaferð enn: ja, tað er bara ein Janus -!
-----
Arnstein