Janus nýggjur nevndarlimur í Norðoya Sparikassa

Í gjár var árligi umboðsráðsfundurin hjá Norðoya Sparikassa, har millum annað ársroknskapurin fyri 2015 varð lagdur fram og góðkendur. Ein roknskapur, ið vísti eitt yvirskot á 13,7 milliónir krónur eftir skatt.


Harumframt var nevndarval á skránni. Fimm fólk stóðu fyri vali og fýra teirra vóru afturvald, meðan tann fimti valdi at takka fyri seg.


Jóhanna á Tjaldrafløtti og Jóannes Hansen vórðu afturvald, meðan starvsfólkavaldu nevndarlimirnir Guðrið Lava Olsen og Tummas Martin Sólsker eisini vórðu afturvald.


Triðja starvsfólkavaldi nevndarlimurin, Julianna Thomsen, tók ikki við afturvali, og í hennara stað varð Janus Joensen vald.


Nevndin hjá sparikassanum er nú fylgjandi:


John P. Danielsen, formaður
Jóannes Hansen, næstformaður
Jóhanna á Tjaldrafløtti, nevndarlimur
Karl Heri Joensen, nevndarlimur
Petur Alberg Lamhauge, nevndarlimur
Frimodt Rasmussen, nevndarlimur
Guðrið Lava Olsen, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Tummas Martin Sólsker, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Janus Joensen, starvsfólkavaldur nevndarlimur