Janus og Dánjal vunnu føroyingauppgerðina

ÍBV er fjórðfremst og KA er fjórðaftast í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og hinir í ÍBV tóku móti KA, ið hevði føroyska landsliðsmálverjan, Nicholas Satchwell í hópinum. 

 

ÍBV vann dystin 34-30. Tað var serliga í fyrra hálvleiki, at tað lá væl fyri hjá heimaliðnum. ÍBV var á odda 18-12 í steðginum.

 

Janus var næstbesti málskjúttin hjá ÍBV við seks málum. Dánjal skoraði eitt mál fyri ÍBV. 

 

Brunu Bernat vardi málið hjá KA størra partin av tíðini, men ta tíðina Nicholas vardi málið hjá KA í dag bleiv hann skrásettur fyri fýra bjargingar.

 

Allan Norðberg er framvegis uttanfyri hjá KA við skaða.

 

Komandi leygardag tekur ÍBV móti oddaliðnum, Vali úti í Heimey. Dagin eftir hevur KA heimadyst á Akureyri móti Gróttu. 

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
1Valur111001377:30920
2Afturelding10622301:27514
3FH10622291:28514
4ÍBV11623368:33414
5Fram11533328:32213
6Stjarnan10433295:28511
7Selfoss10415301:3119
8Grótta9324251:2498
9KA11326313:3318
10Haukar10316290:2847
11ÍR10217281:3425
12Hörður110110317:3861