Janus úr Dímun: Tá ið húskallurin mátti vera jarðarmóðir

Sjálvt í mun til aðrar fjarskotnar bygdir var tað øðrvísi í Dímun.
Øll onnur høvdu í hvussu er grannar. Men í Dímun høvdu tey bert seg sjálvan

8. partur

Í Dímun var sera langt til alt. Ikki minst, tá ið tað galt jarðarmóður ella til lækna, serliga tá ið umstøðurnar ikki vóru eftir vild.
Tað vóru eisini uppá seg nógvar konur, sum doyðu í barsilssong. Millum hesar vóru tær tvær fyrstu konurnar hjá abba mínum. Men Gudrun, tann seinasta konan hjá honum, føddi trý børn í Dímun.
Sum frá leið varð skipað fyri, at tá ið konur skuldu eiga, fóru tær burtur í góðari tíð. Eg meini at Elin Sofía, mamma Jóannes í Toft, var tann síðsta, sum átti í Dímun.
Tað var ein serlig hending í 1906, sum lýsir, hvussu tað kundi ganga. Tá skuldi jarðarmóðir koma til Gudruna, sum var komin til at eiga.
Nærmasta jarðarmóðir var í Skúvoy. Um hesa tíðina var tað Greta, kona Mikkjal undir Brekkunum, sum hevði hetta starv. Hon var úr Skopun og giftist til Skúvoyar. Hon var jarðarmóður mína tíð í Skúvoy.
Tá var einki beinleiðis samskifti millum Dímun og Skúvoy. Men tað var ikki verri enn so, enn at jarðarmóðirin visti tíðina, tá ið konan skuldi eiga. Undan “termin” fór hon so til Dímunar at vera til reiðar.
Skúvoyingar róðu hana so til Dímunar, og hetta var vanliga ein hampiliga stutt ferð. Men júst hendan dagin køvdi hann av í mjørka, og báturin viltist á veg til Dímunar. Tað fyrsta, teir sóu, var Skálhøvdi millum Húsavík og Skálavík.
Tá ið jarðarmóðirin loksins kom fram til Dímunar, hevði Gudrun átt. Men hetta spældi væl av. Karl á Rana, sum var húskallur, hevði tikið ímóti barninum.
Hann var jú vanur at taka ímóti kálvum, so grundleggjandi var eingin munur, um tað var eitt barn! Barnið var Jana, fyrsta barn hjá Gudrun. Hon var fødd 24. januar 1906.
Mamma fór altíð avstað væl frammanundan, at hon skuldi eiga. Skuldi kona eiga á vetrartíð, so mátti farast í góðari tíð, kanska mánaðir frammanundan. So hon kundi vera burtur ein ársfjórðing.
Mamma plagdi at fara til Skúvoyar, haðani hon var ættað. Her vóru øll hennara børn fødd. Tað var eisini høgligt, at her eisini var jarðarmóðir.

Soleiðis gjørdu vit ost
Seinasti partur endaði við ostinum í Dímun. Her skal greiðast eitt sindur frá framleiðsluni. Ostur varð gjørdur á tann hátt, at mann súrgaði mjólkina við at halda henni á um 38 hitastig. So varð koyrt í nakrir dropar av sundurløgu. Tá leyp mjólkin sundur, og tað fasta tilfarið varð lagt undir trýst í formum. Tá fekk mann tað so turt og hart. Tað varð lagt eitt toystykki i formin. So varð press lagt á. Tað stóð í einar 12 tímar fyri at pressa so nógv av vætuni burtur úr sum gjørligt. Ostur kundi liggja 14 dagar til 3 vikur. Tað var eisini so ymiskt, sum fólki dámdi hann. Summi vildu heldur hava ostin í feskari lagi.
Serliga undir krígnum var nógvur gravgangur eftir osti til viðskera. Mamma seldi eisini nógv av øðrum viðskera sum kjøtpylsur og rullupylsur. Hon hevði fastar avtakarar. Serliga var tað AT, Arbejdernes Trawlerdrift á Tvør­oyri, sum eisini hevði stóran handil, sum var góður kundi.
So var tað eisini fólk, sum kom at ferðast. Tey keypti vanliga eisini ostar heim við sær.

Turkaðu fisk
Vit høvdu sjálvir bát. Vit fingu neyst á Gjónni summarið í 1935. Abbi hevði havt neyst í Barminum. Tað var nógv óhøgligari. Báturin mátti tá dragast 100 metur og síðan 10 metur niðan í neystið. Har var eisini ábart. Tað hendi seg, at neystið fór av brimi. At hava egnan bát uppá seg so høgliga var eisini ein lætti hjá okkum.
Áðrenn mína tíð róðu teir nokk nógv út og fingu eisini fisk. Í einum staði undir oynni, beint har sum vitin er, er eitt loft undir. Har høvdu teir borað hol og settu trækílar uppí. Her var fiskurin hongdur at turka. Hetta var tó mest til húsbrúk.
Sum vanligt í øðrum bygdum komu ókunnugfólk eisini til Dímunar at biðja um mat. Tá varð ofta boðið viðkomandi turran fisk.
Tað hevur ikki verið nógv gjørt við seiðaberg, men onkuntíð havi eg tó verið á seiðabergi.

Smiril bumbaður við Stóru Dímun
Sum áður greitt frá vóru sam­ferðsluviðurskiftini óhøglig. Men tað skal sigast um Smiril, at hann var sera makaleysur. Var tørvur á tí, og tað annars vóru líkindi, var hann altíð fúsur at steðga út fyri Dímun, so vit kundi rógva umborð við ella eftir vøru. Tá kundu ferðafólk eisini sleppa við.
Tann 14. apríl 1941 varð Smiril álopin av týskum flogfari tríggjar fjórðingar eystur úr Stóru Dímun. Flogfarið helt beint móti Smirli, rendi seg á høvdið dygst niður móti sjónum og slepti fýra bumbum, sum fullu um stýriborð. Samstundis varð skotið við maskinbyrsu. Skip­ið skakaðist illa og lyftist upp úr sjónum, tá ið bumburnar brustu. Maskinan var steðgað, og bátar vórðu loraðir á sjógv at kanna, um nakar skaði var. Skipið lak so ikki og sigldi á Skálavík. So nógv hevði staðið á, at Smiril mátti á beding. Hann kundi nevniliga ikki bakka. Umvælingin tók 14 dagar.
Ein seyðamaður hjá okkum úr Hósvík hevði verið burtur í haga hendan dagin. Hann hevði sæð tilgongdina og kundi greiða frá henni, tá ið hann kom heim aftur.
Tá varð avgjørt, at Smiril mátti kunna verja seg, og hann varð útgjørdur við maskinbyrsu. Tað var eisini skjótt, at brúk gjørdist fyri henni. Tá ið teir ólavsøkudag sama ár vóru millum tær báðar Dímunar kom ein flúgvari eftir skipinum. Ove Mikkelsen, sum var ein av manningini, leyp fram á hvalabakið og skeyt eftir honum. Hann helt undan og sást ikki aftur.
Annars merktist ikki nógv til kríggið í Dímun. Tað kundi hoyrast okkurt buldur, tá ið ein mina brast onkunstaðni.

Seyðurin
Tann gamla skipanin í Dímun var 648 áseyðir. Skipanin var í 1831 broytt 500 áseyðir. Men nú var seyðurin eisini størri. Upprunaliga var tað tann svarti seyðurin, gamla seyðaslagið, sum varð minni.
Av fyrstu tíð vóru níggju fylgi við frá 20 til 100 seyðum. Men nú eru fylgini fimm. Hvørt fylgi hevur sítt egna mark. Men alt verður rikið í somu rætt við bóndahúsini.
Tað krevst ikki tann stóra fjallmanningin. Tað gamla var 5-6 mans. Men nú plaga vit at vera 2-3 á fjalli. Men teir reka bert eitt fylgi hvønn dagin. Hetta er eisini nóg strævið. Eftir hvørja fjallgongu verður flett út á náttina.
Eitt fylgi var í Skálvíksrók, sum varð rikið í eina rætt fyri seg. Her høvdu teir verið og rikið ein leygardag áðrenn eg minnist. Dagin eftir koma skúvoyingar út í Dímun. Tá fortaldu teir, at rættin var burtur. Hon var opinbart farin av einum skriðulopi. Hetta var sjálvsagt ein hvøkkur, tí hetta kundi eins væl hent, tá ið fólk var á rættini dagin fyri.
Við so nógvum seyði var eisini stór framleiðsla av kjøti. Men vit høvdu ein stóran keypara gjøgnum fleiri ættarlið, eisini tað nógva av mínari tíð. Tað var Mortensen á Tvøroyri. Eisini var tað AT á Tvøroyri ta tíð, hetta vardi.
Teir, sum keyptu, komu vanliga sjálvir eftir kjøtinum við egnum báti.

Skinsapylsa
Seyðurin varð allur slaktaður í Dímun. Men vit royndu at sleppa av við kjøtið so skjótt sum møguligt. Kjøt varð sjálvsagt eisini hongt upp at turka.
Her var eisini nógvur innvølur. Mørur og lundir blivu saltað til vetrarføði. Vit gjørdu nógva blóðpylsu, so gjørdi vit eisini nakað úr blóði, sum kallaðist skinsapylsa. Har kom einki søtt í. Men feit skuldu hon vera. So har skuldu nógv tálg í. Hana kundu vit goyma í hjallinum í minst tveir mánaðir eftir, at pylsan var kókað. Hon skuldi bara hitast upp. Tá ið mamma var í vælmaktini, plagdu vit at slakta gott 200 seyðir.
Men nú er talið 3-400.
Tað komu altíð fólk út til at ganga á fjall. Áðrenn telefonin kom bar sjálvsagt ikki til at geva fjallboð. Men tað var ein standandi avtala, at menninir komu, tá ið líkindini vóru, tá tíðin var komin at fara á fjall. Mest komu teir úr Skúvoy. Hetta var eisini hampuliga høgligt. Tað vóru bert 50 minuttir at sigla. Tað eru 2 fjórðingar millum oyggjarnar.
Tað hava eisini verið vanlukkur í samband við fjallgongu. Á heysti 1884 vóru froðbingar komnir út til Dímunar eftir seyði. Tað var kyrt, tá ið teir komu. Tveir menn vóru eftir á bátinum, meðan hinir fóru til menninar, sum vóru í ferð við at reka. Men tá fór at øtla veðrið, og tað fór at brima. Menninir fóru í skundi oman á Gjónna at vera hinum til hjálpar. Teir fingu eisini bátin upp á helluna, men tá tók eitt óløgi bátin út á Gjónna og holvdi hann. Báðir menninir í bátinum druknaðu.
Teir eru jarðaðir í Dímun. Tann eldri æt Christian Ludvig. Tann yngri kallaðist Frederik Christian Aagaard Skaarup. Hann gjørdist bert 19 ára gamal.

Ullin fingin til høldar
Ullin varð øll fingin til høldar. Skinnini lógu, til ullin var rotað burtur av. Tey vóru millum annað brúkt til rotuskógvar, og tann rotaða ullin varð nýtt til bátsmans­troyggjur. Øll ullin varð spunnin. Allar troyggjurnar vóru seldar til handlar um landið.
Hjá mammu var tað soleiðis, at Filippus, pápi hennara, var handils­maður í Skúgvi. Hann byrjaði nokkso tíðliga at handla, tað var vist fyri teir hjá Thomsen á Tvøroyri. Tað vóru tveir handlar í Skúgvi, hin handlaði fyri Mortensen. Seinni fór abbi at handla fyri seg sjálvan. Abbi keypti eisini fisk, sum tað tá var vanligt hjá handilsmonnum.
Ta handilsvøru, sum mamma brúkti, var frá abba. So seldi hann eisini troyggjur fyri hana. Tað varð spunnið og bundið allan samlaðan veturin. So tað var einki við at keða seg.
Tá ið tær bundu bátsmans­troyggjur um hesa tíðina vóru tær altíð tvær um hvønn bulin. Tær sótu yvir av hvørji aðrari. So vítt eg minnist fingu tær millum fýra og fimm krónur fyri eina troyggju. Hetta var nakað tá og munaði til húsarhaldið.
Várullin varð eisini øll brúkt til klæðir, buksur, undirbuksur, undirtroyggjur, alt var føroysk klæði, sum vórðu nýtt.

Torv
Torv var nógv av, bæði nógv og gott. Tað var kolsvart næstan sum kol. Men torv var bara uppi á oynni, heilt uppi á slættanum. Við húsini er bert mold fleiri manshæddir niður.
Tá farið varð eftir torvi tók tað eini trý korter, til ein var aftur. Tað var ikki so galið. Tað var nógva aðra staðni longri at ganga enn tað. Men tað var nakað tungt at koma niðan.
Eg fekk so gjørt ein rennistrong oman til hús. Rennistrongurin var 500 metur langur, og hann kom beint oman í hjallin. Torvið varð koyrt í smáar sekkir, 50 pund. Hetta var sum rímiligt er ein stórur lætti, tí hetta spardi tunga bering.

Garðurin
Sjálvur hevur greinskrivarin bert verið á Stóru Dímun ein tíma millum tvær tyrluferðir í samband við hesa greinarøð. Steðgurin var stuttur men gav sjálvsagt hug eftir at fáa meira av tíð eina aðru ferð.
Men her skal verða greitt eitt sindur frá garðinum. Tað eru tvær lonir hvør 62 alin langar. Onnur er hoyløða og hin er sethús og fjós. Millum lonirnar er eitt hellulangt tún, 4-5 alin breitt, og fyri báðum endunum er ein veggur við einum portri í. Hetta túnið er rætt, tá ið farið verður á fjall. Har umframt eru fleiri úthús.
Pápi bygdi húsini av nýggjum, tá ið hann tók við í 1920. Húsini hann bygdi vóru 12x14 alin.
Upprunaliga búðu øll saman bæði húsfólk og tænastufólk, tað bar væl til.
Nú eru so tvær íbúðir til tær tvær familjurnar, sum búgva á oynni. Eva og Jógvan Jón við teirra børnum búgva í størru íbúðini. Janus, beiggi hennara, og Erla búgva í hinari. Tey bæði eru júst komin til Dímunar fyribils fyri eitt ár. Tað er hugaligt fyri framtíðina hjá Dímun, at yngra ættarliðið hevur hug til at taka við.


Komandi partur
Á onkrum øki var Dímun fremri enn onnur, og tað var við ravmagni. Fram­vegis verður greitt frá gerandisdegnum í Dímun. Blaðið kemur ikki út ólavs­økuaftan. Tí verður komandi Miðvika um 14 dagar