Janus Rein er bæði rørdur og glaður

Janus Rein fegnast um, at hann fann heim aftur

Janus Rein stórtrívist síðani hann er komin upp í Fólkaflokkinum fyri sløkum tveimum mánaðum síðani.

 

Tað staðfesti hann á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin.

 

Janus Rein varð valdur á Løgting fyri Framsókn, men viðurskiftini ímillum hann og floksformannin, Poul Michelsen, kólnaðu. Endin var, at Janus Rein fór úr Framsókn og  fyrst í september meldaði hann seg upp í Fólkaflokkin

 

Og hann sigur, at Fólkaflokkurin hevur tikið móti honum við opnum ørmum.

 

Í eini røðu, sum fyrst og fremst var ein takkarrøða, segðu hann, at hann var øgiliga takksamur og øgiliga rørdur yvir móttøkuna, hann hevði fingið í Fólkaflokkinum.

 

Hann sigur, at hann hevur fingið eina ótrúliga góða møttøku, bæði frá Floksformanninum, landsstýrisfólkum, tingfólkum og baklandinum hjá flokkinum annars.

 

Hann takkaði eisini teimum í Fólkaflokkinum, sum høvdu slóða fyri, at hann fann heim aftur, sum hann málbar seg.