Janus Trúgvason við nýggjum staklagi

Ein modernisering av Lítlu Elsu.

Frumstaklagið hjá Trúgvason, sum vit kenna frá Safir, er úti 11. juni.

 

Summar er eitt lætt hugtakandi lag um ein summardag í Føroyum.

 

Yrkingin er ein modernisering av Lítlu Elsu, sum stórt sæð allir føroyingar kenna, latin í ein búna av country kendum tónum.

 

Summar verður útgivið umvegis plátufelagið Tutl.

 

Leinkja til Summar