Tað veit tíðindastovan Reuters at siga í kvøld.
Tíðindastovan skrivar, at eini neyðboð eru løgd út á ávaringartænastuna J-alert, og boðini eru til fólkið í allari regiónini kring japansku oynna, Okinawa.
Japanska verjumálaráðið heldur, at Norðurkorea hevur skotið upp eina ballistiska rakett, helst uttan ávaring.
Hernaðarleiðslan í Suðurkora boðar umleið samstundis frá, at Norðurkorea eisini hevur skotið upp ein njósnarafylgisvein.
Norska Dagbladet, sum endurgevur tíðindastovuna Reuters, sigur, at tey fara at fylgja gongdini í málinum, sum eftir øllum at døma órógvar Japan.
Reuters veit eisini at siga, at ávaringarlúðrar hava ljóðað í suðurkoreanska høvuðsstaðnum, Seoul.
Sagt verður, at íbúgvarnir í høvuðsstaðnum hava fingið boð um at fyrireika seg til eina møguliga burturflyting.