Japan: Kanska 24.000 deyð

Higartil hava myndugleikarnir í Japan staðfest, at 9.408 fólk doyðu í jarðskjálvtanum og flóðalduni fyrr í mánaðinum. Men samstundis siga teir, at 14.716 fólk eru ikki komin afturíaftur. Sostatt er líkt til, at vanlukkan er tann ringasta síðani jarðskjálvtan í 1923, sum kravdi 142.000 mannalív.

Nógv túsund fólk hava fingið skaða, og fleiri hundraðtúsund eru vorðin heimleys og halda til í skúlum og øðrum almennum bygningum.

Japanskir búskaparfrøðingar siga, at jarðskjálvtin og flóðaldan er tann dýrasta náttúruvanlukkan nakrantíð. Teir meta, at vanlukkan gjørdi skaða fyri millum 15.000 og 25.000 milliardir yen ella millum 973 og 1.600 milliardir krónur.