Japan setur prísloft á rís

Prísirnir á rísi í Japan hækkaðu 98,4 prosent frá apríl í fjør til apríl í ár, og prísirnir halda fram við at hækka

Nógv øktu prísirnir á rísi seta síni spor í Japan, har rísur er ein týðandi matvøra.

 

Men, nú landið hevur fingið nýggjan landbúnaðarmálaráðharra, sigur hann seg fara at seta prísloft á hesa týðandi matvøru í landinum.

 

Inflatiónstøl í dag vísa, at rísprísirnir í Japan hækkaðu 98,4 prosent frá apríl í fjør til apríl í ár, og prísirnir halda fram við at hækka.

 

- Ein slík príshækking er óhoyrd eftir áratíggju við støðugum - og enntá fallandi - prísum á rísi, veit tíðindastovan NTB at siga.