Japanar halda fram at veiða hval

Í gjárkvøldið endurgóvu fleiri fjølmiðlar japansku tíðindastovuna Kyodo fyri at hava sagt, at stjórnin hevði samtykt at steðga allari hvalaveiði til vísindalig endamál. Tað vísti seg kortini, at tíðindini vóru falsað, og at einki hald var í teimum.

Avatralia er millum londini, sum hava mótmælt japansku hvalaveiðini. Tað vildi so til, at avstralski forsætisráðharrin, Julia Gillard, er á veg til Japan á almenna vitjan, og tey fyrstu tíðindini í gjárkvøldið vaktu tí stóran ans í Avstralia.

Í vetur noyddust japanar at gevast við hvalaveiðini í Suðurhavinum, tí hvalabátarnir fingu ikki frið fyri Sea Shepherd, sum órógvaði teir alla tíðina.