Japanar veiða aftur hval

Japan hevur sent tríggjar hvalabátar at veiða hval í útnyrðingspartinum av Kyrrahavinum. Teir skulu veiða 260 hvalir til vísindalig endamál.

Stjórnin í Tokyo sigur, at veiðan er vísindalig, og at hon stríðir ikki ímóti altjóða banninum ímóti vinnuligari hvalaveiði. Sagt verður, at ætlanin er at kanna, hvørjum hvalurin livir av, og harafturat skulu vísindafólk taka dna-royndir av hvalunum.

Miðskeiðis í februar góvust japanar at veiða stórhval við Antarktis, eftir at skip hjá felagsskapinum Sea Shepherd høvdu jagstrað hvalabátarnar og órógva teir. Ætlanin hjá japanum var at veiða 700 hvalir við Antarktis, men teir høvdu bara fingið 170, tá teir noyddust at gevast.