Japanar vilja sleppa upp í føroysku alivinnuna. Teir vilja keypa føroysk alibrúk heilt og fult ella eisini sleppa at seta pening í sum partaeigarar, váttar stjórin í felagnum SNG í Føroyum, Carl á Lag.
Sum føroyska lóggávan er í løtuni, ber ikki til hjá útlendingum at eiga meira enn 33 prosent í einum føroyskum alibrúki, og tað heldur Carl á Lag vera ein beinleiðis láturliga skipan.
Hann dugir ikki at síggja nakran vanda í, at útlendskur peningur kemur inn í føroyska vinnu. Fyri føroyingar er tað bara vinningur at fáa fremmandan pening uppí, heldur hann.
?Tað er heilt burturvið at halda, at teir ætla at leggja føroysk alibrúk niður. Tí at tey skulu ávirka prísin á heimsmarknaðinum, hevur lítið hald í veruleikanum. Tí sum marknaðarpartur hevur føroyska alivinnan einki upp á seg sum so. Eini trý prosent av heimsframleiðsluni, og tað koppar ongum marknaði, vísir Carl á Lag á.
Hinvegin eru Føroyar sum aliøki altíð áhugaverdar, og tað er grundin til, at eitt nú japanar eru áhugaðir í at seta pening í føroyska alivinnu. Teir vilja vinna sær øki, vísir hann á.
Stjórin í SNG í Føroyum vil ikki vátta, at felagið hevur sett eina tveysiffraða milliónaupphædd av til at gera íløgur í føroyska alivinnu við, men sigur, at sum støðan er í løtuni, eru líkindi til, at stórur partur av føroysku alivinnuni ikki heldur fram, um bert skal dúvast upp á føroyskan pening.
Carl á Lag undrast á, hvat Løgtingið kann hava í móti, at útlendskur peningur kemur upp í alivinnuna. Hann dugir ikki at síggja, hvat útlendingar kunnu taka fá okkum, sigur hann.
Kannar málið
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, sigur seg ikki hava frætt um tað ítøkiliga málið við japanarum, sum vilja keypa føroysk alibrúk. Men hann er altíð klárur at viðgera slík mál, tá tey koma, sigur hann.
?Eg síggi útlenskan kapital líka nógv sum ein møguleika sum ein vanda, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at arbeitt verður í løtuni við málinum, og at tað í fyrsta umfari er møguleikin við panti í aliloyvunum, sum er uppi til viðgerðar. Alt regulverkið innan alivinnuna er til viðgerðar, sigur landstýrismaðrin við vinnumálum.
Hann sigur, at tað eisini verður viðgjørt, um loyvast skal útlendingum at eiga meira enn tey 33 prosentini, sum í dag er galdandi. Men hetta er so tað, sum Løgtingið hevur hildið verið rætt, og tað má landsstýrismaðurin halda seg til.
Bjarni Djurholm sigur, at hann fer at bíða við at siga nakað alment um hvat møguliga kann verða gjørt, fyrr enn allir møguleikar eru kannaðir, og greitt er, hvørja niðurstøðu kanningarnevndin kemur til.
Tá sagt verður kanningarnevnd, verður sipað til tann arbeiðsbólkin, sum settur er at kanna umstøðurnar hjá alivinnuni sum heild. Tað eru Vinnumálaráðið, vinnan og lánistovnarnir, sum í felag arbeiða við málinum.
Bjarni Djurholm vísir á, at fleiri limir í Havbúnaðarfelagnum halda, at tey 33 prosentini, sum galdandi eru í dag, eru ein ov trongur karmur. Men tað krevur eina broyting í alilógini, um tað talið skal broytast.
?Vit hava noterað okkum, at tá landsstýrismaðurin við vinnumálium í 1999 kom við einum uppskoti um at broyta 33 prosent markið, fekk hann uppskotið aftur í høvdið frá Løgtinginum, sigur Bjarni Djurholm.
Málið skal kannast úr enda í annan, áðrenn tað fer til Løgtingið at taka støðu til. Ongar reglur verða broyttar, fyrr enn málið er loyst, og Løgtingið hevur tikið støðu til tað. Og tað arbeiðið er farið í gongd, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum.
Onga viðgerð fingið
Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, sum er formaður í Vinnunevndini, og Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðvelsdisflokinum, sum er limur í Vinnunevndini, siga báðir, at teir hava ikki viðgjørt málið og vilja tí ikki gera formligar viðmerkingar sum so.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at hann hvørki í Vinnunevndini ella í Tjóðveldisflokkinum hevur verið við til nakara nágreiniliga viðgerð av møguleikanum fyri, at útlendingar kunnu eiga meira enn ein triðing av føroyskum alibrúkum.
Tó vísir hann á, at fleiri tjóðveldistingmenn undir umrøðuni av løgmansrøðuni greitt søgdu frá, at teir vóru ímóti, at peningastovnarnir fingu pant í aliloyvunum. So tí møguleikanum tykist ikki, at Tjóðveldisflokkurin tekur undir við.
Hinvegin skríggjar alivinnan eftir kapitali, vísir Tórbjørn Jacobsen á, so okkurt má gerast. Er ikki nokk av kapitali í Føroyum, má okkurt annað gerast. Og hann er avgjørt opin fyri at viðgera allar møguleikar, leggur hann dent á.
Henrik Old, formaður í Vinnunenvdini, sigur, at hann hevur heldur ikki verið við til nakra beinleiðis viðgerð av slíkum máli, har útlendingar beinleiðis vilja keypa føroysk alibrúk. Hann er sinnaður a viðgera allar møguleikar, men vil ikki siga nakað ítøkiligt, fyrr enn landsstýrismaðurin er komin við sínum útspæli.
?Vit hava fyrr víst slíkum uppskoti aftur. Men greitt er, at støðan hjá alivinnuni í dag, kann ivaleyst ávirka onkran til at broyta meining, sigur hann.
Henrik Old vísir á, at tað málið seinast var til viðgerðar, aldu vit eini 35.000 tons. Tá varð farið at tosa um, hvørt vit skuldu ala 50.000 ella kanska 100.000 tons.
?Vit mugu eisini gera okkum greitt, hvat vit vilja á hesum øki, sigur Henrik Old. Skulu vit halda okkum til tey 35.000 tonsini, meti eg, at vit eisini klára at fíggja vinnuna her heima. Fara vit hingevin at tosa um tríggjar ferðir so stórar nøgdir, er støðan ein heilt onnur, sigur hann, og so kann tað vera, at fremmandur kapitalur má koma uppí.