Japansk børn ræddust trøllkonuna Maritu Dalsgaard

Japansku børnini ræddust so illa, at føroyska sjónleikarakvinnan Marita Dalsgaard varð noydd at skrúva niður fyri dramatikkinum, tá hon herfyri framførdi ”Býtisbarnið” í japanska býnum Okinawa


Føroyska sjónleikarakvinnan fekk veruliga roynt seg, tá hon herfyri varð við til at framføra barnasjónleikin ”Býtisbarnið” fyri fleiri hundrað børnum í japanska býnum Okinawa. 



Øgisliga trøllkonan

Millum annað bjóðaði Marita Dalsgaard vælkomin á japanskum, umframt at hon mátti flætta onkur japansk orð inn í leikin, so børnini skiltu betri.

- Eg varnaðist skjótt, at japansku børnini ikki rættiliga skiltu hatta við, at eitt petti av klæði ímyndar býtisbarnið í leikinum, so eg mátti læra meg at siga ’menniskjabarn’ á japanskum, sigur Martia Dalsgaard, sum eisini mátti skrúva eitt sindur niður fyri dramatikkinum.

- Vit hava spælt hendan leikin so nógva staðni, so tað kom eitt sindur óvart á, at japansku børnini blivu púra ræðslusligin av trøllkonuni. So eg endaði við at gera hana munandi minni øgisliga, avdúkar Marita Dalsgaard.

Framførslan av ”Býtisbarnið” var partur av Kijimuna Festa, ið er ein international barnateaturfestival á Okinawa í Japan. Í ár vóru leikir úr Australien, Týsklandi, Russlandi, Korea, Bali, Onglandi, Japan og Danmark.

Marita Dalsgaard greiðir frá, at í altjóða høpi verður danskur barnasjónleikur mettur at vera á serliga høgum støði, og hevur júst hesin leikurin fingið innbjóðingar frá nógvum ymsum londum, heilt úr Russlandi til Írland.