Japansk fríspørk feldu Danmark

Danmark skuldi vinna dystin í kvøld, um teir skuldu koma víðari úr bólki E. Men teir komu illa frá byrjan, tí Japan legði seg á longu eftir 17 minuttir. Tað var uppá beinleiðis fríspark frá Keisuke Honda, sum Thomas Sørensen í danska málinum allarhelst skuldi havt tikið. Eitt korter seinni økti Yasuhito Endo og enn eina ferð var tað uppá fríspark.

 

Danmark kom út til seinna hálvleik, vitandi at teir skuldi skora í minsta lagi trý mál. Tað eydnaðist ikki danska landsliðnum at leggja Japan undir stórvegis trýst. Ikki fyrr enn tíggju minuttir fyri tíð minkaði Danmark um munin uppá brotsspark av Jon Dahl Tomasson. Men løtu seinni avgjørdi Shinji Okazaki dystin til 3-1 til Japan.

 

Í hinum dystinum vann Holland 2-1 á Kamerun.

 

Danmark ? Japan(0-2) 1-3

0-1 Keisuke Honda (17)

0-2 Yasuhito Endo (30)

1-2 Jon Dahl Tomasson (81)

1-3 Yasuhito Endo

 

Kamerun ? Holland(0-1) 1-2

0-1 Robin Van Persie(36)

1-1 Samuel Eto?o (65)

2-1 Klass-Jan Huntelaar (83)