Fram til 28. Oktobur verður Norðurlandahúsið karmur um eina serstaka listaframsýning. Talan er um fimm listafólk úr Japan, ið eru knýtt at listaskúlanum NUA, Nagoya University of Arts.
Sigrun Gunnarsdóttir varð í 2005 og 2006 bjóðað at luttaka á workshop í Remisen í Brande saman við listafólkum úr øllum heiminum, og soleiðis kom sambandið við NUA í lag.
Ì fleiri ár hevur Remisen í Brande valt út tvey listafólk at fara til Japan, og Sigrun varð í 2008 bjóðað at verða við á slíkari workshop á Nagoya University of Arts.
Uppihaldið, ið vardi í tveir mánaðir, gjørdist byrjanin til vinarlag og samstarv millum føroysk og japansk listafólk, sum eisini vitjaðu í Føroyum fyri trimum árum síðani.
Hetta samstarv hevur slóðað fyri, at japansk listaframsýning nú á fyrsta sinni verður at síggja í Føroyum.
Listafólkini eru hesi:
Masayuki Nishimura, f. 1957, býr í Nagoya og er professari á Nagoya University of Arts. Um sítt arbeiði sigur Nishimura: Tá eg máli, hugsið eg um barnið Stillur minniluti, sum líður skaðan av kríggi ella hungursneyð. Tema í arbeiðinum er leitan eftir hóskandi orði.
Minako Kato, f. 1977, hevur lisið á Nagoya University of Arts og undirvísir í dag m.a. á NUA. Kato sigur so um sítt arbeiði: Tá eg tekni við einum blýanti á pappír, sær tað út eins og eg havi eina samrøðu við eina plantu. Eg vil granska ein form av smálutum, sum eru innan í mær sjálvum.
Mai Shibata, f. 1979, hevur lisið á Nagoya University of Arts. Shibata sigur seg mála um lívið. Tá eg var í Føroyum, sá eg náttúruna, eg sá nógvar bátar, eg sá fiskimenn, sum arbeiddu á sjóvnum, og eg sá nógvar fiskimásar í luftini. Eg hugsaði, at teirra lív halda fram frá gomlum tíðum, og tað er týdningarmikið.
Licca Ito, f.1981, hevur lisið á Nagoya University of Arts. Ito sigur soleiðis: Tá eg byrji eitt prent, samráðist eg við mínar arbeiðslutir. Síðani máli eg á plátuna og prenti á pappírið.
Lutir gera meg glaðan, og teir síggja út sum fjøll, trø, sjógvur og blómur, lutir í náttúruni. Eg umhugsi at liva í einingi saman við náttúruni.
Noriko Ishida, f, 1983, hevur lisið á Nagoya University of Arts. Ishida sigur so: Eg fari at reflektera meg sjálvan í arbeiði, tað er ein sjálvur í ófullfíggjaðum veruleika. Eg fái íblástur til mítt arbeiði úr mínum minni, dagliga lívi og onkuntíð frá landsløgum ella ferðum. Hugflogið skapar søgur.
Framsýningin verður í húsinum til og við 28. oktober, og verður hon opin gerandisdagar kl. 10-17 og sunnudagar kl. 14-17.
Hetta skrivar heimasíðan hjá Norðurlandahúsinum.