Japanski fíggjarmálaráðharrin lagt frá sær

Shoichi Nakagawa, fíggjarmálaráðharri í Japan, hevur lagt frá sær Hetta hendir eftir, at hann hevur verið lagdur undir at hava verið fullur til seinasta G7 fundin.

Fyrr hevur hann sagt, at hann ikki fór at leggja frá sær fyrr enn ein eykafíggjarlóg varð gjørt. Men nú hevur hann lagt frá sær, eftir at stórt trýst hevur verið á honum.

Taro Aso, forsetisráðharri greiðir tíðindastovum frá, at hann virðir avgerðina hjá Shoichi Nakagawa, og hevur fyribils sett Kaoru Yosano, búskaparráðharra, at taka sær av fíggjarviðurskiftunum hjá landinum.

Shoichi Nakagawa noktar blankt, at hann var fullur, men harmast, at hann hevur verið orsøkin til so nógva órógv.