Japanskur spælari til KÍ

KÍ hevur fingið tilgongd av japanskum spælara

KÍ hevur umvegis lokala blaðið – Norðlýsið – boðað frá, at KÍ hevur fingið tilgongd av japanska spælaranum Takuya Matsunaga.

 

28 ára gamli Takuya Matsunaga er miðvallari og hevur í seinastuni spælt við Kalev Tallinn í Estlandi og FK Utenis Utena í Litava. Norðlýsið skrivar, at talan er um spælara, sum spælir á verjukenda miðvøllinum, men eisini kann spæla mitt á miðjuni.

 

Frammanundan hevur KÍ fingið tilgongd av Patriki Johannesen, Torbjørn Grytten og Jesper Brinck, meðan spælarar sum Ronni Møller-Iversen, Hørður Askham, Predrag Pocuca og Páll A. Klettskarð eru ikki í felagnum longur.