Japp vann ruddiliga

Tað vóru danskararnir, sum settu dám á prologin í Klaksvík mikukvøldið. Fimm av átta teimum fremstu vóru danir. Gunnar Dahl-Olsen endaði á triðja plássi

Thomas Japp Hansen frá Cycling Gladsaxe vann prologin, sum var fyrsti teinurin í súkklukappingini Statoil Kring Føroyar.
Hann kom á mál við tíðini 13 minuttir og 12 sekund, og hann var ein heilan minutt frammanfyri næsta kappingarneytan, ið var Niels Jakob Thomsen úr sama felagi sum Thomas Japp Hansen.
Hesir báðir súkklararnir koyra báðir í A-bólkinum niðri í Danmark, og tað vístu teir eisini á teininum í Klaksvík, sum var 8 kilometrar til longdar.
Thomas Japp Hansen koyrdi 45,45 kilometrar um tíman, og Niels Jakob Thomsen koyrdi 42,11 kilometrar um tíman í miðal. Niels Jakob er annars hálvur føroyingur, og pápi hansara er ættaður av Hvalba.

Gunnar fremsti føroyingur
Gunnar Dahl-Olsen var tann fremsti føroyingurin á hesum teininum. Hann kom á mál á triðja plássi við tíðini 14 minuttir og 47 sekund. Hann koyrdi í miðal 40, 59 kilometrar um tíman.
? Eg koyri illa, og tað gekk ikki væl hjá mær. Eg kendi tað beinanvegin á mær, at eg ikki hevði ta neyðugu orkuna til at vinna, sigur Gunnar Dahl Olsen.
Næstu føroyingarnir vóru Sverri Mohr Edvinsson og Eli Christiansen. Hesir báðir, saman við Gunnari, verða mettir at vera teir einastu føroysku súkklararnir, sum kunnu gera seg galdandi í hesi kappingini.
Sum heild kunnu teir vera hampuliga nøgdir við úrslitið, tí súkklararnir, sum vóru frammanfyri, eru antin A ella B súkklarar.

Eysturoyggin
Í gjárkvøldið var tann fyrsti veruligi teinurin súkklaður í Eysturoynni. Hetta er tann harðasti teinurin í kappingini, og hann er 144 kilometrar.
Byrjað verður í Havn og súkklað verður ígjøgnum Kaldbakstunnilin til Eiðis. Farið verður síðani um Eiðisskarð og súkklað verður til Leirvíkar, har súkklararnir venda og halda leiðina Runt Agnið, og málið er við Statoil støðina við Saltangará.
Í kvøld verður einkultstartur á 21 kilometrar á Sandoynni. Leygardagin verður súkklað í Suðuroy, og sunnudagin verður endabresturin í Havn.