Jarðarferðin hjá Gaddafi útsett

Fyrrverandi libyski einaræðisharrin Muammar Gaddafi verður ikki jarðaður í dag sum ætlað. Tað sigur ein talsmaður fyri skiftisráðið, og sambært honum er orsøkin, at tað er ikki avgjørt enn, hvar tann gamli leiðarin skal jarðast.

Líkið av Gaddafi er á einum skúkrahúsi í býnum Misrata.

Ali Tarhouni, sum er oljumálaráðharri í skiftisráðnum, sigur við tíðindafólk, at ráðslimirnir viðgera spurningin, hvar Gaddafi skal jarðast. Ráðið hevur fyrr sagt, at jarðarferðin verður skipað við virðing fyri teirri muslimsku siðvenjuni.

Summar keldur siga, at nakrir ráðslimir eru fyri at jarða Gaddafi í býnum Sirte, haðani hann var ættaður, og har hann doyði, men at aðrir vilja hava hann jarðaðan í Misrata ella onkra aðrastaðni. Sum skilst verður avgerðin ikki tikin fyrr enn í næstu viku.