Jarðarferðir verða tyngsta uppgávan

- Hetta er eitt arbeiðið, sum hevur nógvar avbjóðingar við sær. Størstu avbjóðingarnar vera uttan iva jarðarferðir hjá børnum og ungum, tí tað verður ongantíð ein løtt uppgáva hjá mær sum prestur, sigur 32 ára gamla Maria J. Niclasen, nýggi sóknarpresturin á Viðareiði

Seinast í januar flytur ein nýggjur prestur inn í prestagarðin í Ónagerði á Viðareiði. Talan er um Mariu J. Niclasen, ið er av Eiði. Nýggi presturin sær fram til allar teir møguleikarnar, ið starvið sum sóknarprestur hevur við sær, og er til reiðar at taka móti teimum avbjóðingunum, ið standa fyri framman.

- Eg síggi fram til at fáa loyvi at vera við til tær størstu gleðirnar, men eisini at kunna troysta í teimum løtunum, tá fólk syrgja. Líka mikið hvør støðan er, so verður tað mín uppgáva at seta teirra støðu í ein størri samanhang, sigur Maria J. Niclasen.


Vildi vera prestur í FO

Tá Maria J. Niclasen byrjar í nýggja starvinum, verður tað ein heilt annar gerandisdagur, enn tann hon hevur verið von við í fleiri ár. Hon hevur búð í Keypmannahavn seinastu 10 árini, og í 2005 fór hon undir at lesa gudfrøði á Universitetinum í Keypmanahavn.

- Orsøkin til at eg fór at lesa gudfrøði var heilt einfalt tann, at eg havi altíð havt áhuga fyri tí. Tað var ikki soleiðis, at eg visti, at eg skuldi verða prestur. Tískil las eg av áhuga og neyt veruliga skúlatíðina, sigur Maria J. Niclasen.

Hóast hon ongantíð hevur havt ætlanir um at gerast prestur, so visti hon longu sum barn, at hon sum vaksin vildi hava eitt arbeiði, har hon onkursvegna kundi hjálpa og koma í samband við nógv fólk.

- Sjálvt um eg ongantíð havi vitað akkurát, hvørja útbúgving og hvat arbeiði eg kundi hugsað mær at havt, so var tað mær tó longu frá barnsbeini greitt, at eg vildi hjálpa øðrum, fortelur Maria J. Niclasen.

Eftir at hava fingið kandidatprógvið í gudfrøði í 2011, fór hon á pastoral seminar, sum hon bleiv liðug við í summar. Hetta umframt gudfrøði er krav, um tú vilt virka sum prestur.

- Seint á kandidatinum bleiv eg greið yvir, at eg kundi hugsað mær at verða prestur, og tískil fór eg beinanveg á pastoral seminar, tá eg var liðug við kandidatútbúgvingina, sigur Maria J. Niclasen, sum altíð vildi aftur til Føroya at arbeiða.

- Eg føli veruliga, at Føroyar eru tað rætta staðið fyri meg.


Uppvaksin í brøðrasamkomuni

Nýggi presturin er ikki sjálv ein persónur, sum hevur gingið nógv í kirkju sum barn og ung. Orsøkin er einføld.

- Eg eri uppvaksin í brøðrasamkomuni, so har havi eg gingið á møti, verið í sunnudagsskúla og so framvegis, sigur Maria J. Niclasen, sum eisini er doypt í kari sum vaksin, soleiðis sum vanligt er innan brøðrasamkomuna. Júst dópurin er nakað, sum skilir fólkakirkjuna og brøðrasamkomuna, tí dópurin sum kirkjulig tænasta fer fram, tá børn eru heilt smá. Men hesum sær Maria J. Niclasen ongar trupulleikar í.

- Sjálv haldi eg, at barnadópurin hevur ta styrkina, at tú longu sum barn fært eitt kærleikslyfti frá Gudi, um at hansara kærleiki er við tær, sigur Maria J. Niclasen.

Hon heldur ikki, at tað sum heild er stórur munur á fólkakirkjuni og brøðrasamkomuni.

- Vit hava nógv í felag, og grundleggjandi er boðskapurin jú tann sami. Tann ymiskleikin sum er, haldi eg, bara er sunnur, sigur Maria J. Niclasen, sum ikki vil avvísa eitt møguligt samstarv millum fólkakirkjuna og brøðrasamkomuna, tá hon fer at virka sum prestur.

- Har er ikki tann gjógvin millum okkum, sum í størri mun var til staðar fyrr. Tíðirnar eru so nógv broyttar. Hinvegin haldi eg eisini, at tað er umráðandi, at vit eru tilvitað um teir munirnar, ið hóast alt eru, greiðir Maria J. Niclasen frá.

Men hvat siga fólk til, at ein baptistur skal vera prestur?

- Fólk hava verið ótrúliga positiv og givið mær positivar viðmerkingar, um at eg, sum eri uppvaksin í brøðrasamkomuni, nú skal standa á prædikustólinum í kirkjuni. Stuðulin havi eg merkt frá báðum síðum, sigur Maria J. Niclasen og heldur fram:

- Men tað kann væl hugsast, at onkur er, sum ikki dámar tað, sum eg nú fari í holt við.


Jarðarferðir eru torførar

Maria J. Niclasen verður prestvígd í Dómkirkjuni tann 27. januar, og eina viku seinni verður hon skipað í kallið sum sóknarprestur eystan Múla við gudstænastu í kirkjuni á Viðareiði.

- Eg síggi fram til at skula virka sum prestur, tí tað er eitt arbeiði, har tú kemur í samband við nógv ymisk fólk og ikki minst í ymiskum støðum. Sum prestur gert tú eitt sindur av hvørjum, og tað dámar mær væl, sigur Maria J. Niclasen.

Hon dylur ikki, at hon er glað og errin av at hava fingið henda møguleika at virka sum prestur.

- Eg síggi tað sum ein heiður at hava fingið ábyrgdina av at boða boðskapin á so nógvar mátar og ikki bara sunnudag. Har eru nógvar gleðiligar uppgávur, so sum dópur, ferming og brúðarvígsla, sigur Maria J. Niclasen.

Men ein kirkjulig tænasta, sum Maria J. Niclasen eisini skal taka sær av, eru jarðaferðir.

- Jarðarferðir eru tann meira syrgiligi parturin av starvinum. Ikki tí, ein jarðarferð kann vera ótrúliga vøkur upp á fleiri mátar. Avbjóðingin fyri meg er í slíkum førum at finna røttu orðini tá og finna vísdóm úr trúnni, fortelur Maria J. Niclasen.

Onkrar jarðarferðir verða torførari enn aðrar, væntar hon.

- Jarðarferðir hjá børnum ella fólkum, sum eru deyð í eitt nú eini syrgiligari ferðsluvanlukku, verða ongantíð ein løtt uppgáva, men har snýr tað seg um, at eg kann brúka tær kenslurnar, eg fái, til nakað konstruktivt, sigur Maria J. Niclasen.

Og at vísa kenslur er ikki nakað, sum nýggi presturin er bangin fyri.

- Sjálvandi er mann professionell, men hinvegin eri eg eisini eitt menniskja við tonkum og kenslum eins og øll hini. Tað, at skula halda eina ávísa frástøðu, er neyðugt og eisini ein uppgáva, sum mann veksur við, sigur Maria J. Niclasen, sum heldur ikki óttast, um tað skuldi hent, at hon fellur tár undir eini jarðarferð.

- Eg haldi, at mann skal tora at lata seg sjálva blíva merkta, men tað er eisini umráðandi at finna javnvágina millum at vera sárbar og professionell.


Fer ikki at broyta seg

At skula virka sum prestur og á tann hátt ikki verður heilt ókend í Føroyum er ikki nakað, sum Maria J. Niclasen hevur gjørt sær stórvegis tankar um.

- Broytingin er sjálvandi tann, at eg fari frá at vera púra anonym til at vera ein meira almennur persónur, men tað fer ikki at broyta meg sum persón. Fyri meg er orðið integritetur eitt lyklaorð, sigur Maria J. Niclasen, sum dámar væl at vera úti millum fólk og annars hugna sær við familju og vinfólkum.

- Mær dámar væl at eitt nú fara í bindiklubb saman við barndómsvinkonunum, og vit plaga at hittast av og á. Onkuntíð fari eg eisini á café í Havn, so jú eg eri ein rættiliga sosialur persónur, fortelur Maria J. Niclasen.

Nýggi presturin er ein kvinna við nógvum áhugamálum, og tá hon ikki skal arbeiða ella fyrireika prædikur, hevur hon nóg mikið at takast við.

- Í frítíðini dámar mær væl at renna, lesa og lurta eftir tónleiki hjá eitt nú Mumford & Sons, The National og Bob Dylan. Annars eri eg eisini áhugað í list og havi saman við øðrum verið við til at stovnað eitt listafelag á Eiði, sigur Maria J. Niclasen.

Eftir nýggjár skal nýggi presturin búleikast í prestagarðinum í Ónagerði. Eini hús, sum ikki eru heilt ókend. Kanska serliga tí at søgur hava til allar tíðir verið, um at tað spøkir í Ónagerði. Men tað er ikki nakað, sum gevur Mariu J. Niclasen svøvnleysar nætur.

- Hatta er eitt gamalt hús, so sjálvandi eru undarlig ljóð, sum mann sikkurt skal venja seg við, sigur Maria J. Niclasen, flennir og leggur afturat:

- Fólk hava fortalt mær, at tað spøkir illa, og fleiri hava spurt, um eg tori at búgva har. Eg hugsi ikki so nógv um alt hatta. Tað sum upptekur meg beint nú er meira, hvar møblarnir skulu standa, sigur Maria J. Niclasen og smílist.