Jarðfeingi raðfestir trygdina høgt

-Trygdarviðurskiftini í samband við boringar hava sera høga raðfesting hvørja ferð borað verður og soleiðis er eisini nú borað verður aftur á landgrunninum. Hetta sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi. Sambært Útvarpinum hava fólk frá Jarðfeingi júst verið í Bruxelles og tosað um trygdina í sambandi við boringar í okkara parti av heiminum saman við níggju øðrum londum. Á fundinum fingu føroysku umboðini at vita, at útgerð framvegis er tøk í Europa, skuldi ein vanlukka hent av sama slag sum í Meksikoflógvanum. Tey bòru annars ótta fyri, at vanlukkan í USA hevur tómt útgerðargoymslurnar í Europa visti útvarpið at siga frá.

Petur Joensen sigur við Portalin, at tað sjálvandi fyrst og fremst er uppgávan hjá oljumyndugleikum at hava reglur, sum so vítt møguligt byrgja upp fyri, at nakað óhapp hendir. Í øðrum lagi er uppgávan at avmarka neiligu avleiðingarnar av einum óhappi.

-Viðvíkjandi trygdarreglunum, so hava vit í Føroyum reglur, ið eru líkar teimum í londunum rundan um okkum. Regluverkið er eitt sokallað dynamiskt regluverk (á enskum goalsetting regulation) grundað á innaneftirlit, váðalýsingar og tilbúgving. Reglurnar byggja á ta grundreglu, at tey, ið standa fyri virkseminum, skulu ávísa fyri myndugleikunum, hvussu ætlanir eru lagdar at halda trygdarreglur soleiðis at virksemið verður útint forsvarliga.

Jarðfeingisstjórin sigur víðari, at í hesum føri merkir tað, at tað eru ikki fastir standardir ásettir í regluverkinum, men ásetingarnar miðja meira ímóti, at loyvishavarar altíð skulu fylgja ?best practice? í oljuvinnuni her um leiðir. Hetta fyri at trygdarkrøvini alla tíðina fylgja við menningini, heldur enn at lata gamlar standardir verða ?hangandi? sum hann málber seg.

-Skuldi eitt óhapp hent kortini er umráðandi, at skaði á fólk, umhvørvi/náttúru og tinglig virði (í hesi raðfylgju) verða avmarkað mest møguligt. Tá er umráðandi, at tilbúgvingin er í lagi. Her á leiðum hava feløg t.d. avtalu um at hjálpa hvørjum øðrum við útgerð, skuldi tørvur verið á tí í samband við eitt óhapp. Tað er tí nógv útgerð tøk, og tað átti soleiðis ikki verið neyðugt at sett strangari krøv um tað.

Jarðfeingi hevur ikki í løtuni ætlanir um at broyta krøvini í samband við boringar. Hinvegin skal fyristøðufelagið, sum ein natúrlig avleiðing av vanlukkuni í Mexicoflógvanum, ávísa fyri Jarðfeingi sum myndugleika, at tey viðurskifti, ið møguliga hava viðvirkað til vanlukkuna, eru eftirmett og at hædd er tikin fyri teimum í teimum ætlanum, ið fyriliggja.

Petur Joensen upplýsir, at Jarðfeingi hevur í fleiri ár verið við í millumtjóða samstarvi, har trygdarviðurskifti verða viðgjørd, og har m.a. umrøtt verður, um broytingar eiga at verða gjørdar í regluverkunum. Hetta tryggjar, at vit alla tíðina fylgja við á hesum øki.