2008 er fyrsta heila árið hjá nýggja stjóranum í Jarðfeingi, Petur Joensen. Herfyri fór Sigurð í Jákupsstovu í farlovyi og Petur Joensen tók við. Hóast lítið er hent á oljuøkinum í eina tíð, so heldur nýggi stjórin á føroysku oljufyrisitingi, at vit ganga eini spennandi tíð á møti.
3. úbjóðing
-Størsta málið hjá okkum í nýggja árinum er útbjóðingin á landgrunninum, sum vónandi verður tikin fram aftur so skjótt tingið kemur saman sigur stjórin á Jarðfeingi, Petur Joensen við Portalin. Men boringin hjá BP á Williamleiðini, sum fer fram í løtuni, er eisini eitt av teimum mest spennandi málunum, sum upptekur fólkini á Jarðfeingi.
-Vit fáa allar upplýsingar frá BP, men her er talan um ein brunn, har eingir upplýsingar skulu fara út til almenningin, fyrr enn fyritstøðufelagið gevur grønt ljós sigur Petur Joensen.
Aðrir brunnar
Tá vit spyrja oljuhøvdingan, hvat annars er á skránni á oljuøkinum í næstum sigur hann, at boringin hjá ENI á Anne Marie leiðini er so eisini eitt av teimum málum, sum Jarðfeingi sær fram til. Hon er sett til at verða borað í ár ella í 2009. Talan er um eitt níggju ára loyvi, sum gongur út í august næsta ár. Sum skilst fer ENI helst at bora í komandi ári. Umframt ENI er eisini Faroe Petroleum partur av loyvinum, og herfyri keypti japanska felagið Cieco seg inn í hetta loyvið.
Eitt annað spennandi mál, sum stendur á skránni í føroysku oljutilgongdini, er boring á Súluleiðini, sum er eitt loyvi, ið oljufeløgini Chevron, Statoil, Dong og OMV fingu tillutað í 2. útbjóðing. Enn er einki avgjørt um henda brunnin, men umboð fyri Chevron hava fleiri ferðir sagt við Sosialin, at tey ætla at seta bora í í 2009. So skjótt seinastu úrslitini koma frá metingarboringum á Rosebankleiðina nærhendis.
Koma og fara
Hyggja vit aftur um okkum og spyrja, hvat kom burtur úr í farna árinum, so heldur Petur Joensen, at tað er ein góð gongd, at nýggj oljufeløg vísa áhuga fyri føroyska økinum. –Tað vísir seg m.a. sum at vit eru við at fáa eina asiatiska innrás. Oljufeløg í fjareysturi tykjast í størri og størri mun vilja vera við í oljuleitingini eitt nú í hesum partinum av heiminum. Tey vilja fáa lut í oljuni her, og tey skulu vera vælkomin at taka lut í leitingini á føroyska landgrunninum sigur Petur Joensen, sum við hesum sipar til eitt japanskt og eitt suðurkoreanskt oljufelag, sum ynskja at keypa seg inn í loyvi á landgrunninum.
-Eg rokni við at tað fara at henda broytingar í hesum árinum, bæði tað at vit fara at síggja nýggj feløg, onkur glíða út, og tað skal ikki undra, um tað verða onkur umbýti, har feløg koma inn í verandi loyvi.
Seismikkur
Í sambandi við at leggja eina nýggja útbjóðing til rættis, sigur Petur Joensen, at vit vita ikki, hvat útbjóðingin sjálv fer at bjóða uppá. Men onkur feløg hava sagt seg áhugað longu. Herfyri hevði Jarðfeingi fund við vinnuna um komandi útbjóðing. Vinnan gjørdi greitt, at seismisku kanningarnar órógva. –Hetta er nakað, sum vit fara at taka upp, har vit royna at samskipa virksemið betri millum seismikkvinnuna og fiskivinnuna.
Føroysk luttøka
Eisini føroysk luttøka í oljuvirkseminum er nakað, sum Jarðfeingi fer at taka upp. -Har mugu vit til at finna út av loysnum, sum virka betur enn í dag og sipar hann her m.a. til ónøgdina, sum hevur verið frá vinnufyritøkum við eitt nú framferðarháttinum hjá fyristøðufelagnum í Williamboringini. Hann ætlar sær tí at tosa við bæði føroysku vinnuna og oljuvinnuna fyri at fáa samstarvið at rigga betri.
Oljupengar
Núverandi stjórin á Jarðfeingi er tann, sum hevur umsitið nógvu oljupengarnar frá oljufeløgunum, sum hava verið brúktir til at førleikamenna føroyska vinnu umframt til onnur endamál. Her er talan um stórar upphæddir, sum eru farnar til ymisk endamál men fyrst og fremst eru latnar við tí fyri eygað at førleikamenna føroyska vinnu til at vera við í oljuvinnuni.
Petur Joensen sigur, at hetta er ein av spurningunum, sum hava verið frammi í sambandi við triðja útbjóðingarumfar, at kanska er tíðin komin til at hyggja uppá, at onkur annar enn tey á Jarðfeingi sita og fylgja við, hvat oljupengarnir verða brúktir til. -Eftirhondini er tað farið so langt frá oljuvinnuni, at tað verður næstan bara verður brúkt til annað, og tá halda vit ikki, at vit eru tey røttu at sita og meta.
Bretska økið
Á Jarðfeingi eru tey eisini sera spent um, hvat hendir hinumegin markið, har DTI, sum umsitur bretsku leitiloyvini saman við oljufeløgunum roynir at menna økið. –Tað verður sera spennandi at fylgja við í tí. Bretar eru avgjørt opnir fyri samstarvi. Vit hava samband við bretsku loyvismyndugleikarnar og samstarvið tann vegin er nakað vit fara at dyrka meira, soleiðis at vit eru betri upplýstir um, hvat teir gera og øvugt. Tað er tó kanska meira vit, sum hava áhuga í, hvat teir gera.
Nógv hendir
Tað er so eisini við at henda nakað fyri norðan. Íslendingar hava boðað frá, at teir fara at bjóða út um ikki so langa tíð. Eisini er stórur spenningur um leiting í Grønlandi. So samanumtikið er alt økið frá Norðsjónum til Grønlands áhugavert og her liggja Føroyar so miðskeiðis í hesum stóra umráði, sum eisini røkkur suður til Írlands og norður til Barentshavið.
Jarðfeingisstjórn vónar vit fáa eitt gott oljuár í 2008. Hann torir tó ikki at spáa um, hvat úrslitið verður av boringini á landgrunninum. Hinvegin fegnast hann um, at sjálvt eftir henda brunnin standa fleiri spennandi brunnar fyri framman, bæði í føroyskum og bretskum øki, og hann telist millum teirra, sum halda, at vit eiga at síggja útviklingin báðumegin markið sum part av somu søk, nevniliga at gera Føroyar til eina oljutjóð.