Jarðskjálvti í Kyrrahavinum

Ein harður jarðskjálvti var í dag við Salomonoyggjarnar har vesturi í Kyrrahavinum. Sambært amerikanska jarðfrøðistovninum var skjálvtin 7,1 á Richterstiganum. Miðdepilin í jarðskjálvtanum var 52 kilometrar undir havbotninum einar 55 fjórðingar frá Kira Kira á Salomonoyggjunum.

Flóðalduávaringin fyri Kyrrahavið sigur, at skjálvtin kann elva til flóðaldu innan fyri 50 fjórðingar frá miðdeplinum.

Hóast skjálvtin var rættiliga harður, er ikki frætt frá nøkrum skaða, skrivar Reuters.