Jarðskjálvti í Meksiko

Í minsta lagi tvey fólk doyðu, og minst 100 fingu skaða í einum jarðskjálvta í útnyrðingspartinum av Meksiko í nátt. Myndugleikarnir siga, at nógv fólk liggja undir leivdunum av niðurrapaðum húsum.

Jarðskjálvtin gjørdi serliga stóran skaða í stórbýnum Mexicali, og miðdepilin í skjálvtanum var tætt við býin. Myndugleikarnir í landspartinum Baja California hava lýst økið í undantaksstøðu.

Jarðskjálvtin í nátt var so mikið harður, at í amerikanska stórbýnum Los Angeles sveiggjaðu háhúsini í næstan ein minutt. Kortini hendi eingin skaði har.

Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at jarðskjálvtin er tann fyrsti í økinum síðani 1992. Umleið 20 milliónir fólk kendu ristingarnar, sigur stovnurin.