Ein jarðskjálvti hevur í dag verið á Hawaii, sum varð máldur til 6,3. Skjálvtin rakti serliga økið kring Naalehu.
Sambært útlendskum tíðindamiðlum verður ikki hildið, at vandi er fyri flóðaldu í samband við jarðskjálvtan.
Sagt verður, at miðdepilin hjá skjálvtanum var 10 kilometrar niðri í undirgrundini, umleið 18 kilometrar sunnanfyri Naalehu.
Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin eisini merktist á oynni Oahu í Honolulu, sum liggur umleið 322 kilometrar úr jarðskjálvtamiðdeplinum.
Tíðindastovan NTB ber eisini hesi tíðindi av Hawaii í kvøld.
Dagføring:
Seinni í kvøld skrivar NTB, at jarðskjálvtin á Hawaii er máldur til 5,7, og nú verður sagt, at jarðskjálvtamiðdepilin er 37 kilometrar niðri í undirgrundini.
Lagt verður aftrat, at higartil eru ongar fráboðanir komnar um persónsskaðar, ei heldur um materiellar skaðar.