Ein jarðskjálvti í Taivan hevur kravt 11 mannalív. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC.
Jarðskjálvtin, ið varð máldur til 6,4 á ritcher-skálanum, rakti býin Tainan klokkan fýra um náttina lokala tíð. Fimm eftirskjálvtar hava verið í økinum aftaná sjálvan jarðskjálvtan.
Fýra fólk, harímillum eitt smábarn, doyðu tá eitt háhús í býnum rapaði. 256 fólk búðu í háhúsinum, harav 70 teirra vórðu flutt á sjúkrahús, upplýsa myndugleikar.
Jarðskjálvtar er ikki eitt ókent náttúrufyribrigdi í Taivan. Í 1999 rakti ein jarðskjálvti, ið varð máldur til 7,6 á ritcher-skálanum, landið, og kravdi yvir 2.300 mannalív.

Jarðskjálvti kravt 11 mannalív





