Ein jarðskjálvti, sum varð máldur til 4,8, skakaði partar av Toscana-økinum har norðuri í Italia í morgun.
Higartil er einki frætt um oyðileggingar ella løstað.
Miðdepilin fyri jarðskjálvtanum var nærindis Marradi í ein landnyrðing úr Firenze.
Sambært jarðfrøðistovninum í Italia vóru nakrar smærri ristingar fyri jarðskjálvtan.
Økið kring Toscana verður mett at vera í vanda fyri jarðskjálvtum.
Ein jarðsjálvti, sum rakti Mugello í 1919, var millum teir harðastu, sum raktu Italia í 20. øld.
Sløkkiiðini á leiðini, har jarðskjalvtin rakti í morgun, siga, at telefonin hevur ringt, og borgarar eru óttafullir.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at higartil er einki frætt um persónsskaðar ella skaðar á bygningar og undirstøðukervið.
##med2##