Jarðskjálvti útfyri Taiwan

Jarðskjálvtin hevði eina dýbd á 30,9 kilometrar sambært myndugleikunum á Taiwan

Hendan myndin er frá einum øðrum jarðskjálvta á Taiwan - og ikki frá jarðskjálvtanum í dag

Eysturstrondin á Taiwan varð í dag rakt av einum jarðskjálvta.

 

Sagt verður, at styrkin á jarðskjálvtanum er mett millum 5,9 og 6,4 á Richterskalanum.

Meteorologiski stovnurin á Taiwan sigur, at styrkin var 6,4 - og amerikanski jarðskjálvtastovruin USGS sigur 5,9.

 

Jarðskjálvtin hevði eina dýbd á 30,9 kilometrar sambært myndugleikunum á Taiwan.

 

Tíðindastovan NTB sigur, at higartil er einki frætt um skaðar eftir jarðskjálvtan.

 

 

 

Hendan myndin er frá einum øðrum jarðskjálvta á Taiwan - og ikki frá jarðskjálvtanum í dag