Aftur í dag var tað dramatikkur og spenningur til síðsta takið, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust. Á Norðoyastevnu var Sølmundur bestur í tættari kapping við Gongurólv og Jarnbard.
Í dag var Jarnbardur hjá Róðarfelagnum Knørri bestur. Harvið hevur hesin báturin í dag vunnið bæði róðurin hjá kvinnum og monnum.
Jarnbardur var frammanfyri hinar mesta partin av 1000 metra teininum. Tvørabáturin var leingi væl við í kappingini, men tá ið endaspurturin tørnaði fyr´,i datt hann afturav. Kappingin stóð so millum Jarnbard, Sølmund og Gongurólv. Teir komu á mál í hesi røð. Jarnbardur var eitt lítið sekund frammanfyri Sølmund, sum bara var ein skut undan Gongurólvi.
Herningur vann tøttu kappingina um fjórða plássið við Stráluna av Strondum, sum var eitt sekund frammanfyri Tvørabátin.
Sølmundur er framvegis fremstur í FM kappingini, men tølini siga, at tað er lagt upp til sera spennandi FM kapping.
6 mannafør menn
1 Jarnbardur 04:52.17
2 Sølmundur 04:53.03
3 Gongurólvur 04:53.16
4 Herningur 04:56.05
5 Strálan 04:56.13
6 Tvørabáturin 04:57.10
7 Riddarin 04:58.10
8 Lómur 05:01.16
Støðan
1 Sølmundur 13
2 Jarnbardur 12
3 Gongurólvur 11
4 Herningur 8
5 Strálan 5
6 Riddarin 4
7 Tvørabáturin 3
8 Lómur 0
Sum nevnt fyrr í dag so eru nettrupulleikar, og tí ber tað ikki myndamanninum til at leggja myndir út. Tí eru myndirnar frá Norðoyastevnu. Tær verða skiftar so skjótt sum myndamaðurin hevur fingið netsamband.