Jarnbardur fult stigatal

Sølmundur megnaði ikki at koppa sigursvandu kvinnunum á Jarnbardi

Tað gekk soleiðis í dag, sum tað hevur gjørt seks tær undanfarnu ferðirnar í summar. Jarnbardur vann kappingina millum 6-mannaførini við kvinnum. Harvið vann Jarnbardur FM við fullum stigatali.

Sølmundur endaði næstfremst, og harvið vann guli báturin av Glyvrum silvurmerkini í FM kappingini.

Jarnbardur var fremstur mest sum allan teinin. Eina løtu sá tað út til, at sigurin fór at verða heilt sannførandi. Í endaspurtinum svaraði Sølmundur aftur, og tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin ein lítil hálv bátslongd.

Páll Fangi, sum ikki hevur luttikið so nógv í summar, endaði í dag á bronsuplássinum.

 

1Jarnbardur04:47.05  
2Sølmundur04:48.20  
3Páll Fangi04:52.05  
4Lómur04:55.01