Jarnbardur fyri 14. ferð

6-mannafør kvinnur: Kvinnurnar í Knørrafelagnum hava í dag sett met í at vinna meistaraheiti

Jarnbardur við kvinnumanning vann í dag ólavsøkuróðurin. Harvið vann Jarnbardur FM, og tað er merkisvert. Hetta er fjúrtanda ferðin, at kvinnurnar við Jarnbardi vinna FM, og so ofta hevur eingin bátur áður vunnið. Tveir bátar eiga trettan FM sigrar. Teir eru Havnarbáturin og Argjabáturin.

Í kappingini í dag luttóku fýra bátar. Tríggir av teimum vóru bláir og úr Róðrarfelagnum Knørri, og hin fjórði var Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag.

Jarnbardur varð fremstur beinanvegin, og tað var ongantíð nakar ivi um, at Jarnbardur fór at vinna. Herningur hjá Knørrafelagnum var ógvuliga treiskur, og í endaspurtinum át hann seg eitt sindur inn á Jarnbard, sum kortini ongantíð var hóttur.

 

6 mannafør kvinnur

1

Jarnbardur

05:09.17

 

 

2

Herningur

05:13.12

 

 

3

Gongurólvur

05:28.11

 

 

4

Hósvíkingur

05:31.01