Í dag kunnger Jarvin Feilberg Hansen, sum stillaði upp fyri Gamla Sjálvstýrið, at flokkurin vanliga stendur fyri einum sosial-liberalum politikki, men at flokkurin nú hevur svikið.
Jarvin Feilberg Hansen er fyrrverandi formaður í Pedagogfelagnum, og tí hevur hann sínar viðmerkingar til politisku støðuna við flatskatti, pensjónsinngjaldi og øðrum, sum hann heldur eigur at verða lýst betri, áðrenn málini verða samtykt á tingi.
Eitt er, at fakfelagsrørslan er komin sum ketta úr høvdatrog, tí tey ikki hvødu roknað við, at Jørgen Niclasen fór at gerast sterki maðurin, og at Kaj Leo Johannesen og Jenis av Rana við fylgi fór at leggja seg skerfløt fyri honum. Men tað er politiski veruleikin.
Men sum sjálvstýrismaður er tað truplt at hefta seg við eina ávísa politiska hugsjón, tað veri seg »sosial-liberalt«, ella hvat man nú kann blanda saman. Flokkurin er sum ein veðurhani, sum fer higar, sum »onkur« – í hesum føri Kári Post – fær mest ella best burturúr. Tí verður Gamla Sjálvstýri ikki størri enn tað sama.
Men ert tú í skeivum flokki, so ber til at skifta flokk...