Jasmin vann X Factor

Føroyska Jasmin Dahl vann í kvøld donsku X Factor kappingina við bólkinum Anthony Jasmin

Seinastu vikurnar hevur føroyska Jasmin Dahl verið partur av donsku X Factor kappingini. Hon hevur verið í bólki saman við mannliga sangaranum Anthony.

Í kvøld var finalan í X Factor hildin, og tveir solistar kappaðust ímóti Anthony Jasmin.

Endin var, at Anthony Jasmin, sum høvdu fínar framførslur í kappingini í kvøld, vunnu.

Hetta er fyrstu ferð, ein bólkur vinnur donsku X Factor kappingina – og fyrstu ferð at dómarin Thomas Blachman vinnur kappingina.