200.000 pund er ikki bummtúrur á upsaveiði í løtuni. Hetta var nøgdin, sum partrolararnir, Jaspis og Ametyst, høvdu, tá teir landaðu í gjár. Partrolararnir, Jaspis og Ametyst, landaðu í Saltangará í gjár. Teir høvdu umleið 200.000 pund av upsa tilsamans.
Eingin roktúrur, men heldur ikki bummtúrur, nú upsaveiðan í longri tíð hevur verið svikalig.
Týsdagin landaðu Heykur og Falkur eisini í Saltangará. Teir høvdu umleið 170.000 pund av upsa.
Í dag hevur landingarmiðstøðin Kongshavn landað eitt skip. Tað er Eysturbúgvin, sum hevði umleið 70.000 pund av upsa.
Eysturbúgvin partrolar saman við Vesturbúgvanum, sum landaði í Vestmanna.
Á Kongshavn vænta tey ikki nakran serligan fisk aftur fyrr enn í seinna helmingi av næstu viku.
- Kanska onkur garnabátur kemur inn at landa fyri ta tíð, siga tey á landingarmiðstøðini Kongshavn.