Jaspis og Ametyst í Vági

Í dag landa Jaspis og Ametyst í Vági. Tað hevur ikki verið gerandiskostur at sæð skip við bryggju í Vági síðstu vikurnar, og serliga ikki søkklaðin skip. Tí er hetta óivað hugalig sjón hjá vágbingum.

Jaspis og Ametyst landa til uppboðsøluna í Vági, sum júst hevur latið upp aftur við nýggjum eigarum við Mikkjal á Løðhamri á odda.

Sum sæst á myndini er virksemi aftur á bryggjuni í Vági, eftir stilli í langa tíð.

P/F Enniberg leigaði fyri stuttum skipini eftir trotabúgvið hjá Faroe Seafood. P/F Hvannadal í Vági rekur skipini.