Jastrid á Dalbø er nú kvøldskúlaleiðari

- Hon hevur verið virkin á mentanarøkinum seinastu mongu árini, siga tey í Fuglafjarðar kommunu.

Jastrid á Dalbø er sett í starv sum leiðara á Fuglafjarðar kvøld-og ungdómsskúla.  

 

Tað siga tey í Fuglafjarðar kommunu í dag.

 

Jastrid er 51 ára gomul. Hon er útbúgvin lærari og hevur starvast í Fuglafjarðar skúla.  

 

- Umframt royndir við undirvísing, hevur Jastrid á Dalbø eisini verið virkin á mentanarøkinum seinastu mongu árini, verður lagt aftrat.