Javnaðarfólk um Hvítubók

Mánakvøldið klokkan 20 hevur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag limafund,

harorðaskiftið um Hvítubók og fíggjarlógin verður umrødd.

Við á fundinum verða tingmenninir Jóannes Eidesgaard, Vilhelm Johannesen og Kristian Magnussen og tingkvinnan, Katrin Dahl Jakobsen.

? Nú aðalorðaskiftið hevur verið ætla vit at viðgera møguleikarnar fyri semju - og hvat ein tílik semja kann innibera.

Seinni á fundinum verður fíggjarlógin til viðgerðar. Her verður kjakast um fíggjarlógina sum heild - og um fíggjarlógina, sum skal avspegla fullveldi.

Fundurin verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu 9 í Havn, sigur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag í tíðindaskrivi.