Atkvøður frá stuttliga flokkinum. Samgongurfriður. Ein vælumtókur løgmaður.
Hetta er uppskriftin hjá Javnaðarflokkinum til at gerast best umtókti flokkur í Føroyum í løtuni.
Fríggjadagin almannakunngjørdi Útvarp Føroya feskastu veljarakanningina. Sosialurin hevur fingið samfelagsfrøðingin, Jóanes N. Dalsgaard, at gera viðmerkingar til kanningina.
?Framgongdin hjá bæði Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum vísir avgjørt eitt rák. Hjá hinum flokkunum er sveiggið so lítið, at tað er ógjørligt at gera nakra niðurstøðu um gongdina hjá hesum flokkum, tí óvissan er so mikið stór, sigur Jóanes N. Dalsgaard.
Hann vísir á, at vanliga verður mett, at veljarakanningar hava eina óvissu á hált triðja prosent báðar vegir, og tíheldur hann seg aftur at gera viðmerkingar um gongdina hjá øðrum flokkum enn Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum.
Friður
Samfelagsfrøðingurin dugir ikki at nevna nakra høvuðsorsøk til hví Javnaðarflokkurin gongur fram við 3 % sammett við løgtingsvalið í januar mánað.
?Stríðið sum eyðkendi farnu samgongu er burtur, og friðurin, sum tykist at valda í sitandi samgongu kann vera ein orsøk til framgongdina. Samgongan hevur verið eitt sindur óheppin í málinum um Lítla Petur og útlendingarnar, men tað tykist ikki sum málini hava elvt til stríð innanhýsis í samgonguni, heldur Jóanes N. Dalsgaard.
Málið um lítla Petur hevur fingið stóra rúmd í fjølmiðlunum í vár og í summar, men sambært veljarakanningini verða Javnaðarflokkurin og Hans Pauli Strøm ikki revsaðir fyri handfaringina av málinum.
?Tað er møguligt, at fólk hava sitið eftir við kensluni, at málið um lítla Petur varð rættiliga einvíst framstilla. Í fjølmiðlunum hava nógvar gitingar og illgitingar verið, og tá alt kom til alt vóru onnur ting, sum gjørdu seg galdandi í málinum, heldur samfelagsfrøðingurin
Úr stuttliga flokkinum
Sambært veljarakanningini gongur Javnaðarflokkurin úr 21, 8% á løgtingvalinum 20. januar til 24,8% í veljarakanningini hjá Gallup. Spurdur úr hvørjum flokkum nýggju veljarar hjá Javnaðarflokkinum koma, svarar Jóanes N. Dalsgaard, at tað kann væl hugsast, at fleiri teirra koma úr Stuttliga flokkinum hjá Jóhan í Kollafirði.
?Stuttligi flokkurin hevði ein sterkan sosialan profil, og tað kann hugsast, at fleiri av veljarunum hjá Stuttliga flokkinum hava leitað sær aftur til Javnaðarflokkinum, vísir samfelagsfrøðingurin á.
Komin seg
Jóanes N. Dalsgaard heldur, at Javnaðarflokkurin er við at koma seg aftur eftir, at flokkurin ikki hevur gjørt so nógv um seg í fleiri ár
?Javnaðarflokkurin er eftir mínum tykki við at stabilisera seg aftur eftir fleiri tung ár. Jóannes Eidesgaard ger ein góðan figur sum løgmaður, og hann tykist eisin hava góða undirtøku millum fólkið. Javnaðarflokkurin var ikki serliga konstruktivur andstøðuflokkur, og nýggi leikluturin sum samgonguflokkurin hevur givið flokkinum nýggjan íblástur, vísir Jóanes N. Dalsgaard.