Javnaðarflokkurin selt seg til Høgna Hoydal og fylgi

-Eg má ásanna, at Javnaðarflokkurin hevur selt seg til Høgna Hoydal og fylgi. Tað, sum Javnaðarflokkurin bjóðar mær við næstan 600 atkvøðum, er at avtaka lógina um Sandoyartunnilin. Eg má bara ásanna, at samgongan førir ein quislingapolitikk móti Sandoynni og Suðuroynni sigur Gerhard Lognberg í svari til løgmann.

Sandoyartingmaðurin Gerhard Lognberg, sum í Rás2 í dag segði seg vera sera ónøgdan við svar løgmans um Sandoyartunnilin hevur í kvøld sent Sosialinum soljóðandi skriv, sum er ætlað løgmanni og annars øllum Føroya fólki:

-Nú hevur Sandoyggin fingið svar frá Løgmanni og samgonguni. Har stendur týðuliga, hvat samgongan ætlar við Sandoynni og Suðuroynni.

Løgmaður svarar, at ikki verður byrjað uppá tunnilin fyrrenn aftanná 2011. Um Skálafjarðartunnulin skrivar løgmaður, eg siteri: ?Alt bendir á, at Skálfjarðartunnilin verður tann fyrri,? sitat slut. Nær verður so byrjað við Sandoyartunnlinum, eg spyrji bara? Tað tekur tvey ár at kanna og útbjóða Eysturoyartunnilsætlanina og onnur fýra ár at bora hann ígjøgnum. So her sær man viljan hjá samgonguni mótvegis Sandoynni og Suðuroynni, hann er næstan minni enn einki!

Og Gerhard Lognberg heldur fram: -Vit hava fingið at vita, at einastu sýslur í Føroyum, sum ganga aftur í fólkatali eru Sandoyarsýslur og Suðuroyarsýslur, men tað tykist ikki at ávirka samgonguleiðaran.

Atlit skulu takast sigur Løgmaður? Og Gerhard heldur fram:

-Vit skulu taka atlit til búskaparlig viðurskifti sigur samgonguleiðarin. Eg kann nevna nøkur dømi, um ætlanir hjá samgonguni:

Lækka ríkisveitingina

avtaka sjómannsfrádráttin

seta pensiónsaldurin uppí 71 ár

lóggeva grundarlagið undan arbeiðarafeløgunum og geva útlendingum fastlønarskipan, meðan føroyingar sita heima við hús

Brúka 31 mió uppá sendistovur í Russlandi og USA.

Tað hevur man vilja til.

Og tingmaðurin sigur at enda: -Ja eg má ásanna, at Javnaðarflokkurin hevur selt seg til Høgna Hoydal og fylgi. Tað, sum Javnaðarflokkurin, bjóðar mær við næstan 600 atkvøðum, er at avtaka lógina um Sandoyartunnilin. Eg má bara ásanna, at samgongan førir ein quislinga politikk móti Sandoynni og Suðuroynni.

Og hann endar skrivið við orðunum:

Við javnaðarkvøðu

Gerhard Lognberg