Javnaðarflokkurin sjey í Havn

Um bert valstaðið í høllini á Hálsi taldi við í valúrslitinum, hevði Javnaðarflokkurin fingið reinan meiriluta í býráðnum.

Sambært fyribils tølum hevur flokkurin fingið 3.968 atkvøður, og tað er nóg mikið til sjey umboð í Tórshavnar býráð, og harvið reinur meiriluti.

Tjóðveldi fær eftir hesum úrsliti trý umboð, Fólkaflokkurin tvey og Sambandið eitt umboð í býráðið.

Men tað skal undirstrikast, at hetta bert er úrslitið á Hálsi. Stóra valstaðið á Argjum er ikki við, og tað er Kollafjørður og smærru valstøðini í kommununi heldur ikki. Helst fara hesi valstøð at broyta nakað upp á endaliga úrslitið.